Í besta veðri hin 14. august í 1916 var um reppið, at ein stór vanlukka hendi á sandinum í Sørvági. Um illa vildi til henda dagin, kundi ein stór flóðalda tikið nógv børn við sær til havs.
Men, tíbetur vildi lagnan tað øðrvísi.
Nógv børn høvdu spælt á sandinum henda dagin, men vóru júst farin heim at eta døgurða. Um 14-tíðina reistist knappliga ein stór alda úti við marbakkan. Aldan legði allan sandin undir og skolaði heilt niðan í kirkjugarðin.
Í Sørvági ivaðust tey ikki í, at vóru børnini ikki farin av sandinum júst tá, hevði aldan tikið nógv børn við sær, og tað hevði verið ein stór vanlukka fyri bygdina.
Útróðrarmenn úr Sørvági, sum vóru á floti henda góðveðursdag, søgdu seg ikki hava merkt nakað óvanligt úti á havinum. Frásagnir eru, sum benda á, at sama alda eisini gjørdi um seg á Miðvági.
Hvør orsøkin er til slíkar hendingar er ikki greitt, men omanlop onkunstaðni á havbotninum - ella serlig veðurfyribrigdi úti á opnum havi - kann vera orsøkin.
Í Sørvági hevur verið nógv fríðkað og laðað seinastu árini, og í Kirkjuánni er eisini laðað upp við áarbakkan. Her hevur kommunan valt, at laðingin skal ímynda alduna, sum reisti seg og legði sandin undir fyri 100 árum síðan.
107 gamli Theodor Thomassen, sum legði árarnar inn fyri fáum árum síðan, segði seg minnast, at teir sum smádreingir hentaðu epli á sandinum eftir stóru alduna í 1916.
Aldan reiv eplaveltur upp, og eplini lógu stroydd um sandin.
Í bókini “Sørvágur og sørvingar II” eftir Sonna Jacobsen er stutt frásøgn um hetta løgna fyribrigdið, sum hendi á Sørvági fyri stívliga 100 árum síðan.