Tá græt eg fyri fleiri ár

Hvussu er lagið?
Fínt, takk!

Nær fær tú summarfuglar í búkin?
Tá ið eg standi uppi á startskamlinum til eina stóra kapping.

Hvat ert tú glaðast fyri við tær sjálvum?

At eg havi typu-1 vøddafibrar.*


Nær lærdi tú teg at svimja?

Tá ið eg var 6 ár byrjaði eg at svimja við Vágs Svimjifelag. So tað var um tað mundi.


Hvat dámar tær best at svimja?

Eg eri crawl svimjari “all the way”. Geri meg næstan fyri skommum í hinum svimjigreinunum, samanborið við crawl.


Hvør er kendasti persónur tú hevur hitt?

Eg havi ikki persónliga tosað við Michal Phelps, men eg havi hitt hann. Hann man vera tann kendasti higartil!


Er tú ríkur?

Kapitalurin er ikki tann størsti, men eg føli meg ríkan av øðrum, sum familju, damu og tí, ið eg havi fingið burtur úr við svimjingini.


Nær græt tú seinast?

Tá eg kom aftur frá junior EM í Serbia august 2008. Tá græt eg fyri fleiri ár haldi eg – tað var stórt!


Hvat er besta stað á jørð?

Vágs svimjihøll ella Skálabeiti. Eg eri nokkso heimkærur!


Hvat er tað mest romantiska tú hevur upplivað?

Tað er ikki at taka dagar ímillum, men tað hevur avgjørt verið onkur hending við damuni.


Hvat ger teg glaðan?

At svimja skjótt, positiv fólk, at hava eina so stuðlandi familju og damu, og at koma heim eftir ein langan túr uttanlands.


Hvat ger teg illan?

Tá ið eg ikki livi upp til mítt potentiali.


Um tú var eitt djór, hvat skuldi tað so verið og hví?

Svørðfiskur, tí hann svimur 110km/t.


Hvat heldur tú vera løgið?

At tað eru so nógv fólk í Evropa, ið ikki duga enskt.


Er tú bangin fyri at gerast gamal?

Hugsi ikki so nógv um tað, so tað man ikki vera so galið.


* Tað eru trý ymisk sløg av vøddafibrum. Nummar eitt er tað áhaldnasti av teimum.


Navn: Pál Joensen

Aldur: 19 ár

Starv: lesandi og svimjari

Bústað: Vágur

Familja: Kaj Joensen og Thurid Kjærbo. Brøðir: Elmar og Eyðbjørn Joensen