Eitt svart skýggj av gosøsku floymir í løtuni úr Íslandi og niður yvir Norðurevropa, og loftrúmið er stongt. Tú hevur langtsíðani keypt eina ferð, og stendur nú í floghavnini við bilettini í hondini, men tú sleppur ikki við flogfarinum. Hvat ger tú so?
Danska brúkaraumboðið hevur í dag sent nakrar vegleiðingar út, hvørji rættindi tú sum ferðafólk hevur, og hvat tú eigur at gera.
1. Set teg í fyrsta lagi í samband við ferðaskrivstovuna ella flogfelagið.
2. Um flogfarið verður avlýst, kann tú velja millum at fáa pengarnar aftur, at verða umbookaður til fyrsta tøka flogfar, hagar tú skalt, ella at útseta ferðina til eina aðra tíð, um pláss er á flogfarinum.
3. Um tú velur at fáa pengarnar aftur og framvegis vil avstað, eigur tú sjálvur at syrgja fyri at keypa nýggjar ferðaseðlar, og tú hevur ikki krav uppá hotell ella annað.
4. Um tú velur at verða umbookaður til fyrstu tøku flogferð avstað, hevur tú ? um tú ikki kann fara heim ? rætt til hotell, transport, møguleika fyri tveimum telefonsamrøðum ella teldubrøvum, umframt at verða uppvartaður í bíðitíðini.
5. Tú kann eisini verða umbookaður til onnur flogfeløg, sum hava tøk pláss. Tá avlýsingin er av serligum umstøðum, so sum øskuskíggið, hevur tú ikki rætt til at fáa fíggjarligt endurgjald, tað vil siga eitt plástur upp á sárið fyri tann sviða, sum avlýsingin hevur við sær.
6. So leingi sum avlýsingin kann bólkast sum Force Majeure ? eitt nú øskuskýggið ? hevur tú sum útgangsstøði ikki rætt til endurgjald fyri eyka útreiðslur av avlýsingini, so sum hoteluppihald. Kanna tí, um ferðatryggingin fevnir um hetta.
Kelda: Forbrug.dk