Hvørki Barack Obama, forseti, ella Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, høvdu nakað at siga fjølmiðlunum aftan á fundin í Hvítu Húsunum í gjárkvøldið. Beint undan fundinum kunngjørdu ísraelskir fjølmiðlar, at myndugleikarnir høvdu góðtikið enn eina byggiætlan í tí hersetta Eysturjerusalem.
Hesaferð snýr tað seg um 20 bústaðir, sum ein amerikanskur ríkmaður skal byggja. Ísraelskir embætismenn, sum eru í ferðalagi við Netanyahu, søgdu í nátt, at forsætisráðharrin visti einki um ta nýggju byggiætlanina, tá hann fór á fund við Obama.
Viðurskiftini millum USA og Ísrael hava verið spent, síðani ísraelsku myndugleikarnir herfyri samtyktu at byggja 1.600 íbúðir í Eysturjerusalem.