Tann 16 ára gamla Greta Thunberg savnaði í gjár yvir 20.000 týskar skúlanæmingar til verðurlagsverkfall í Berlin.
Tað metir týska løgreglan fyri tíðindastovuni dpa.
##med2##
Greta Thunberg er í Berlin hetta vikuskiftið, har hon eisini skal hitta veðurlagsgranskarar, gera samrøðu við týskt sjónvarp og taka ímóti viðrisløn fyri atgerðarstevnu sína (Mynd: Tobias Schwartz/AFP)
– Vit vilja hava eina framtíð. Er tað ov nógv at krevaja? Hetta er bara byrjanin av byrjanini, segði Thunberg í eini røðu við ikoniska Brandenburger Thor og varð fagnað av mótmælisfólkunum.
##med3##
– Eldra ættarliði hevur ikki megnað at greitt størstu kreppuna hjá mannaæddini, segði svenska skúlagentan í røðu síni.
Greta Thunberg legði afturat, at vaksin klappa teimum ungu á høvdið og siga teimum, at tað gongur nokk.
– Men vit skulu stúra, tað skal koma fjáltur á okkum, segði Greta Thunberg – ein endurtøka av tí sum hon segði nøkrum av heimins valdsmiklastu leiðarum, tá hon í januar helt røðu við World Economic Forum í Davos.
##med4##
Týsku mótmælisfólkini klappaðu í tekt og róptu »Greta, Greta«, tá hon endaði stuttu røðu sína.
Atgerðarfólk úr fleiri londum í Evropa hildu røðu á verðurlagsverkfallilnum hjá teimum ungu í Berlin í gjár.
Greta Thunberg byrjaði sítt »skúlaverkfall fyri veðurlagnum« í september, tá hon skulkaði úr skúlanum hvørnn fríggjadag og í staðin setti seg uttan fyri svenka tingið, Ríkisdagin, í Stókkhólmi fyri at gera vart við verðurlagshóttanina.
##med5##
Síaðni hava verðurlagsverkføll breitt seg til fleiri lond kring allan heimin.
Unga svenska verðurlagsstríðskvinnan er í Berlin hetta vikuskiftið. Hon skal millum annað taka ímót eini virðisløn, Golden Camera, fyri atgerðarstevnu sína.
##med6##