Superliga
Tá FCK sunnudagin fór á vøllin í Viborg, høvdu Todi Jónsson og teir ikki tapt í níggju dystum á rað. Í tíggjundi royndini eydnaðist tað ikki at vinna. Tað kunnu teir í FCK fyrst og fremst takka sær sjálvum fyri. FCK hevði bóltin nógv, og teir høvdu fleiri upplagdar møguleikar, men teir fingu ikki mál fyrrenn tað bara restaðu níggju minuttir. Málskjútti var liðformaðurin og miðverjin Jacob Laursen, sum úr 22 metrum sendi flatt fríspark framvið manngarðinum og í kassan.
Pascal Simpson, Christian Lønstrup og eisini Todi Jónsson høvdu møguleikar at gera fleiri FCK mál, men tað varð ikki meiri enn nær við og næstan. Todi Jónsson spældi allar 90 minuttirnar, og hann taldist millum teir mest sjónsku hjá FCK. Ferð eftir ferð megnaði hann at sneiða seg til baklinjuna í vinstru og leggja innfyri, men teir inni undir málinum vóru als ikki sannførandi.
FCK venjarin, Roy Hodgson ásannaði, at hansara lið hevði ein trupulleika:
? Vit spældu okkum til eina røð av møguleikum, og sum dysturin myndaðist, so haldi eg ikki, at vit høvdu uppiborið at tapa, men vit fáa ov lítið burtur úr málmøguleikunum. Tað hava vit sæð fleiri ferðir, og tað sóu vit aftur í dag, segði Roy Hodgson.
Tað leikaði nógv á, og gula kortið var ofta á lofti. Fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum var Todi Jónsson millum teirra, sum sá gult. Tað gjørdi hann fyri ógvusliga takling á miðjum vølli, tá 34 minuttir vóru farnir.
Tá Todi fekk gula kortið, var Viborg longu frammanfyri 2?0. Fyrra málið fingu teir í 4. minutti. Tað varð stútað eftir innlegg. Seinna málið fingu teir í 26. minutti. Heine Fernandez fekk tað eftir innlegg úr høgru.
Hjá FCK kom til illa við, at miðvallarovastin, Ståle Solbakken, longu undan steðginum noyddist at taka seg burturúr, tí hann var skaddur í beininum.
Stórdystur
Komandi sunnudag fær FCK vitjan av Silkeborg. Men longu í annað kvøld verður FCK annar parturin í einum stórum drama. Lutakastið í steypakappingini hevur lagað tað soleiðis, at liðini, sum mong droyma um skuldu dystast í finaluni kristi himmalsferðardag, hittast í annaðkvøld. Á Brøndby stadion verður avgjørt, um tað verður Brøndby ella FCK, sum skal halda fram í steypakappingini. Eingin ivi er um, at Todi Jónsson verður ein av teimum fyrstu ellivu hjá FCK.
Viborg skal spæla aftur hósdagin. Tá skulu teir spæla í UEFA Cup. Teir taptu 1?0 í fyrra dystinum í Spania, og tí verður tað mett ikki at vera lítið sannlíkt, at danska liðið fer at megna at stríða seg víðari í kappingini. Fyrsta treytin er, at gestirnir ikki sleppa at skora mál, og at Viborg í hvussu so er skorar eina ferð. Verður talan um longda leiktíð ber til at ímynda sær allar møguleikar.









