Tíggjundi hvør lesur KT-verkfrøði

Men flest fara at lesa onkra av samfelagsfrøðiligu útbúgvingunum

409 av teimum 563 umsøkjarunum, sum ynsktu at sleppa at lesa á Fróðskaparsetrinum, fingu í dag játtandi svar.

 

Flest pláss eru játtaði á útbúgvingini í KT-verkfrøði, har 46 lesandi hava fingið pláss. Tað eru góð 11 prosent av samlaða talinum av lesandi. 35 lesa til námsfrøði og 35 onnur til fólkaskúlalærara, meðan 30 skulu lesa sjúkrarøktarfrøði.

 

25 hava fingið pláss at lesa búskaparfrøði, 25 onnur sosialvísini og samfelagsplanlegging og 22 politikk og umsiting. 23 skulu lesa søgu og 24 skulu lesa føroyskt.

 

10 skulu lesa mýlsk lívfrøði, átta skulu lesa havlívfrøði og sjey vistfrøði.

 

Av masterútbúgvingunum eru flest pláss at lesa fólkaheilsu. 35 hava fingið játtandi svar. 19 eru komin á nýggju breytina masterlæru, meðan 18 skulu lesa løgfrøði. 11 skulu lesa hina nýggju útbúgvingina West Nordic Studies og 5 fara at nema sær ein mastergrad í føroysum.