Uni Debess hevur verið millum virknastu tónleikararnar á føroyska tónleikapallinum síðstu árini, og tað sæst eisini aftur í talinum av útgávum, ið bluestónleikarin hevur latið úr hondum. Í løtuni er Uni Debess nevniliga aktuellur við síni tíggjundi fløgu.
Heitið á fløguni er ”GREEN” og er ein partur av eini verkætlan, sum fevnir um tríggjar fløgur.
- Verkætlanin við heitinum RED – YELLOW – GREEN fevnir um tríggjar fløgur við tilsamans tretivu løgum. Tónleikurin er eitt sindur øðrvísi enn á fløgunum, sum eg áður havi givið út. Hesi løg eru meira rá og eksperimenterandi við einum blandingi av Rock/Blues, sum var nógv at hoyra í 60 – 70’unum, og eisini við íblástri frá ymiskum etniskum tónleiki, sigur Uni Debess um nýggjastu útgávuna, og leggur aftrat.
- Tekstirnir eru um hendingar í lívið mínum, samansjóðað við samfelagsrák og -viðurskifti. Henda verkætlan er sera umfatandi og tíðarkrevjandi og er heilt víst tann størsta í míni yrkisleið.
Hoyr fyrsta staklagið av fløguni ”GREEN” við at trýsta á høvuðsmyndina.