AaB setti um vikuskiftið met, tá teir vunnu útidystin móti Viborg í donsku superliguni. Talan var nevnliga um tíggjunda útidystin á rað, har AaB ikki tapti, og hetta er met. Verður kappingarárið í fjør roknað við, hevur AaB bert tapt ein av seinastu 16 útidystunum, og tað er merkisverd góð tøl. Hinvegin hevur ikki gingið eins væl á heimavølli, og tí er liðið í løtuni á fjórða plássinum í donsku superliguni.