Tíggju ár við Óla P

Í sambandi við at tað eru 10 ár síðani Óli Petersen fór at gera sína víðgitnu baksíðutekningar verður hátíðarløta fyri listamanninum í blaðhúsinum á Argjum fríggjadagin klokkan 14. Stór framsýning við meira enn 1600 tekningum letur eisini upp

Jan Müller


Nú kemur hon - tann 10. bókin við skemtitekningunum hjá Óla Petersen. Skemt 98 eitur hon. Talan er um eina jubileumsbók uppá umleið 170 síður. Í bókini eru tekningar, ummæli og lýsingar. Øll bókin er framleidd her á landi. Reproarbeiðið er gjørt hjá Repro Z, prentingin hjá Einars Prent og innbindingin hjá Helga Justinussen.

Við hesi bókini eru allar tær umleið 1700 tekningarnar hjá Óla Petersen givnar út í bók. Tekningarnar hava allar staðið á baksíðuni í Tíðindablaðnum Sosialinum, og tað er eisini Sosialurin, sum er útgevari av bókini.

Í sambandi við at Óli Petersen hevur gjørt tekningar á baksíðuni í Sosialinum í 10 ár verður jubileumshald í blaðhúsinum á Argjum fríggjadagin. Óli P dagurin byrjar klokkan 14 stundisliga, tá ymiskt áhugvert og forvitnisligt verður á skránni.

Í sambandi við dagin verða allar tær 1700 tekningarnar vístar fram í øllum blaðhúsinum. Fólk kunnu á henda hátt ganga ígjøgnum eina framsýning, sum á sín sermerkta - stuttliga og álvarsama hátt lýsir politiskar og gerandisligar hendingar í Føroyum dag fyri dag, viku fyri viku, mánað fyri mánað í samfull tíggju ár.

Øll eru vælkomin inn á gólvið.