Tað eru liðin 10 ár, síðan barnagarðurin Sýslan, sum tann fyrsti í Vágum, lat upp. Hettta verður hátíarhildið við ymsum tiltøkum hesa vikuna.
Hesi 10 árini, barnagarðurn í Sørvági hevur verið til, hava umleið 170 børn gingið har. Tey fyrstu teirra, sum komu í Sýsluna, ganga í dag í 10. flokki í Sørvágs skúla og síðan eru allir aldursbólkar niðureftir til tey trý ára gomlu í bygdini.
Ymisk tiltøk hava verið og verða hesa vikuna. Eitt nú eru listaframsýning í barnagarðinum alla vikuna. Listaverkini eru slík, børnini sjálv hava gjørt.
Ein av døgunum framføra næmingar úr áttanda og níggjunda flokki í Sørvágs skúla, sjónleik, tey sjálv hava gjørt yvir evnið »Tá vit gingu í Barnagarð«.
Fríggjadagin verður opið hús millum klokkan 15.00 og 18.00 har øll eru vælkomin inn á gólvið.
Tað hava nógv starvsfólk arbeitt í Sýsluni hesi tíggju árini. Ein teirra er Nancy Selfoss, sum hevur arbeitt frá byrjan til dagin í dg, sigur Súsanna á Stongum, sum er leiðari í barnagarðinum Sýsluni í Sørvági.
Navnið Sýslan kemst av, at barnagarðurin heldur til í gomlu sýslumanshúsunum í Sørvági.
Tá byrjað var í 1994, var pláss fyri 20 børnum umframt fýra við serligum tørvi. Í dag er pláss fyri 36 børnum.
Hølsviðurskiftini eru ikki tey bestu, og tørvurin á barnaansing er alsamt vaksandi, og tað hevur Sørvágs Kommuna eisini ásannað.
Farið er undir fyrireikingar til ein stóran dagstovn í Sørvági, sum skal rúma umleið 100 børnu í bæði vøggustovu og barnagarðsaldri. Umframt fáa tey, sum hava serligan tørv, um stutta tíð heilt nýggj og stásilig høli at fara í.