Tíggju nýggj feløg

Tíggju nýggj feløg blivu stovnað í Føroyum í síðstu viku. Tað verður upplýst í nýggjastu dagføringini hjá Buisness Line yvir broytingar í vinnuskránni farnu viku.

Millum nýggju feløgini kann nevnast smápartafelagið Heinesen Handverk, ið hevur heimstað í Leirvík og fer at virka innan hanverk og annað, smápartafelagið Joy í Klaksvík, ið fer at reka virksemi innan ferðavinnu, smápartafelagið B.H. Stampe í Hoyvík, ið tekst við timbur- og snikkaravirksemi og kt-felagið Taurus Networks í Tórshavn

Umframt nýggj feløg eru nøkur feløg strikað úr vinnuskránni, nøkur hava fingið nýggjan stjóra og onnur hava skift grannskoðara.

Allar broytingarnar í vinnuskránni í farnu viku síggjast við at trýsta á her.