Tíggju nýggir psykoterapeutar

Tíggju kvinnu hava tikið prógv sum psykoterapeutar, og í hesum sambandi verður móttøka í Norðurlandahúsinum í morgin klokkan 14

Nýggju psykoterapeutarnar bjóða familju, starvsfeløgum, komandi samstarvsfeløgum og øðrum áhugaðum til móttøku í Norðurlandahúsinum í morgin, sunnudagin, klokkan 14.

- Psykoterapi er kent í okkara grannalondum, og er nú við okkum vorðin ein enn betri møguleiki í Føroyum. Vit tíggju, ið hava lokið prógv sum psykoterapeutar, hava tikið eina trá ára langa eftirútbúgving sum psykoterapeutar, siga tær.

Dansk Institut For Psykoterapi – DIPSU frá 1985 hevur staðið fyri hesi stóru eftirútbúgving í Tórshavn.

Tær fáa allar supervisjón í arbeiðinum og hava tagnaðarskyldu. Psykoterapeutarnir, ið hava lokið prógv eru:

Anna Rúna Jakobsen
Elsa Jacobsen
Herborg á Mýrini
Jensia Brodersen
Katrin Guðmundsdóttir Isfeld
Martha W. Dalsgaard
Noomi á Válinum
Poula Eidesgaard
Randi Slættanes
Turið Horn