Tíggju mál fyri møguliga ólógliga fiskiveiði í stongdum øki í Kattegat eru nú meldað til løgregluna á Norðursælandi. Tað er Greenpeace, sum hevur latið eftirlitinum tilfarið. Danska fiskiveiðieftirlitið hevur nú latið løgregluni í Norðursælandi tíggju mál, sum byggja á tilfar, ið umhvørvisverndarfelagsskapurin Greenpeace hevur latið eftirlitinum.
Málini snúgva seg um ólógliga fiskiveiði í stongdum øki í Kattegat, sum Danmark og Svøríki í 2008 í felag tóku stig til - við virknað frá 1. januar 2009.
- Nú er tað upp til løgregluna at kanna málini, sigur eftirlitsmaðurin, Arne Madsen, hjá donsku fiskiveiðiumsitingini.
Tilfarið, sum nú skal kannast, stavar eitt nú frá ólógligari kanning, sum Greenpeace hevur skipað fyri umborð á bátum í Gilleleje.
Greenpeace hevði nevniliga - ólógliga - sett upp gps-sendarar á fleiri bátum, og út frá hesum tilfari og VMS-data umframt logbókum skal løgreglan nú meta um, hvørt grundarlag er fyri at reisa ákæru móti fiskimonnunum.









