Sum støðan er nú, fara heilir tíggju føroyskir læknar, og sum eisini búgva í Føroyum, at missa arbeiðið 1. mars næsta ár.
Hetta sigur felagið fyri Yngri Læknar á, nú Løgtingið er í ferð við at samtykkja fíggjarlóginafyri næsta ár.
Men umframt hesar tíggju læknarnar, eru tað eisini føroyskir læknar uttanlands, sum vilja sleppa til arbeiðis í Føroyum. Men tað eru eingi útbúgvingarstørv til teir í Føroyum, og sostatt noyðast teir av landinum.
Í Felagnum fyri Yngri Læknar í Føroyum eru tey varug við, at fleiri sjúklingar í Føroyum bíða ov leingi eftir viðgerð.
– Hetta eru tað nógvar og fløktar orsøkir til, men vit vilja gera okkara til at betra um hetta, siga læknarnir í eini áheitan á Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum.
Eitt tilmæli um viðgerðartrygd er handað landsstýrismanninum, men tíverri er hópurin av yngri læknum ikki nevndur í tí, siga tey.
Vórðu teir læknarnir, sum nú kanska noyðast av landinum, heldur settir í starv í føroyska heilsuverkinum, høvdu teir kunnað lætt um hjá núverandi serlæknum og verið við til at minka um bíðilistarnar, sigur felagið.
– Tí er neyðugt at seta pengar av til útbúgvingarstørv til yngri læknar longu næsta ár. Í uppskotinum til nýggja fíggjarlóg eru 200.000 krónur settar av afturat játtanini seinasta ár, men hetta er alt ov lítið, sigur felagið.
Felagið sigur, at deildirnar á teimum trimum sjúkrahúsunum, og kommunulæknarnir, hava júst boðað okkum frá, at hevði fígging verið til tað, høvdu tey viljað sett umleið 20 eyka yngri læknar í starv,
Verður ein pulja upp á sjey milliónir sett av til útbúgvingarstørv í næsta ár, hevði tað borið til at sett umleið 10 fleiri útbúgvingarstørv.
– Tað hevði økt um dygdina í heilsuverkinum og samstundis eisini trygdina hjá føroysku sjúklingunum.
Felagið sigur, at tað er alneyðugt at fáa fleiri serlæknar, men fara fleiri yngri læknar at støðast í Føroyum í útbúgvingarstørvum, er tað eitt stig á leiðini til at gerast serlækni, og tað verður sostatt eitt týdningarmikið stig til at loysa serlæknatrotið í Føroyum.
– Verða hesir læknar noyddir av landinum, mangla teir í heilsuverkinum næsta ár og sannlíkt eisini í framtíðini.
– Mangan eru betringar í heilsuverkinum trekar og tíðarkrevjandi, men í hesum føri er beint øvugt. Læknarnir og sjúkrahúsverkið standa klár, so nú manglar bara fíggingin, sigur nevndin í felagnum fyri Yngri Læknar í Føroyum.