Tíggju kappast um at verða sterkastur

Bátar skulu lyftast, bilar togast og dekk skulu koppast, tá tíggju sterkir føroyingar kappast um rættin at rópa seg Føroya sterkasta

Eftir steðg í fleiri ár, varð kappingin um at gerast sterkasti maðurin í Føroyum hildin á heysti í fjør, tá Heri Vestergaard úr Sumba var tann stinnasti í eini fullsettari ítróttarhøll á Hálsi í Havn.

Høllin á Hálsi er eisini karmur um kappingina hesaferð, og verður hon altso hildin tann 23. juli klokkan 18.30. Atgongumerki kunnu keypast í forsølu í Kunningarstovuni í Havn ella í Yndi Fitness.

Á skránni eru seks kappingar, og teir tíggju luttakarnir hava seinastu mánaðirnar vant í høllini hjá Havnar Timburhandli, soleiðis at teir ikki eru heilt ókunnugir við tungu tøkini, sum skulu takast.


Kappingarnar eru hesar

Lyfta ein bul upp um høvd. Max kilo

Halda tveimum bilum, ið standa á rampu, longst gjørligt

Koppa einum 311 kilo tungum dekki seks ferðir upp á tíð

Hála ein vøruvogn, sum stendur í gear, 10 metrar upp á tíð

Sleipa ein vøruvogn, sum stendur í gear, 12 metrar upp á tíð

Deadligt við 330 kg tungum báti – 60 sekund


Í steðginum spælir Uni Debess, soleiðis at áskoðararnir hava møguleika at hugna sær, meðan luttakararnir fáa luft til seinastu tríggjar avbjóðingarnar.


Heri Vestergaard verður ikki millum teirra, sum kappast hesaferð, og tí er greitt, at talan verður um nýggjan vinnara av kappingini.

Teir tíggju, sum hava boðað frá luttøku, eru:

Sámal J Hansen

Bogi Hammer

Símun Arge

Jákup Súni Berg

Herman M Hermanssen

Gunnar Grækarisson

Finnur Poulsen

Jákup Petur Djurhuus

Torkil A Hansen

Óli Andresen