Í gjáramorgunin fór løgreglan á ferð við ferðmátaranum at kanna, hvussu skjótt bilarnir koyrdu. Hetta var tíðliga í gjáramorgunin so at tey fingu alla morgunferðsluna til Havnar við í kanningini.
Í hesum sambandi varð ferðslan á einum vegastrekki í Eysturoy og í Kollafirði, og eisini inni í sjálvari Havnini.
Og tað var ikki til fánýtis, tí løgreglan tók heilar tíggju bilførarar fyri at koyra ov skjótt. Og teir koyrdu alt ov skjótt, tí átta av teimum fingu klipp í koyrikortið og tveir av teimum mistu koyrikortið treytað, so at teir mugu upp til nýggja koyriroynd, annars missa teir koyrikortið.
Umframt klipp í koyrikortið og treytaða frádøming, fáa teir eisini eina bót, sum er upp á nakrar túsund krónur.
Í bygdum øki, har tað er loyvt at koyra 50, fær bilførari klipp í koyrikortið tá ið hann koyrir yvir 70 og hann koyrir hann yvir 80, missur koyrikortið treytað. Men koyrur hann yvir 100 kilometrar um tíman, missur hann koyrikortið.
Ímillum bygdir, har tað er loyvt at koyra 80, er tað klipp í koyrikortið tá ið bilførari koyrir 100, koyrir hann yvir 110 fær hann treytaða frádøming og koyrir hann yvir 130, missur hann koyrikortið.