Tíggju børn deyð í NATO-álopi

Tíggju børn doyðu, og seks kvinnur vórðu særdar í einum NATO-flogálopi í Shigal í afghanska landspartinum Kunar í gjár. Kunar er tætt við pakistanska markið.

Talsmaðurin fyri teir lokalu myndugleikarnar sigur, at álopið var ætlað uppreistrarmonnum, men at herleiðslan visti ikki, at kvinnur og børn vóru í húsunum, sum blivu bumbað.

Ein afghanskur heryvirmaður sigur, at flogførini fingu boð um at leypa á, eftir at Taliban-hermenn fóru at skjóta eftir afghonskum hermonnum og NATO-hermonnum. Ein amerikanskur hermaður doyði, og fleiri afghanskir hermenn vórðu særdir.

NATO-álop, sum hava kostað sivilfólki lívið, hava fleiri ferðir elvt til spenning millum Hamid Karzai, forseta og tær vesturlendsku herdeildirnar í Afghanistan.