Fyri stuttum stóð at lesa á Facebook síðuni hjá heimskenda Avicii, at hann fór at gevast við sínum starvi sum DJ og tónleikari, so skjótt sum konsertferðin hann er í gongd við er endað. Avicii eitur ordiligt Tim Berglind og er úr Svøríki.
Í einari nýggjari samrøðu við amerikanska miðilin, The Hollywood Reporter, greiðir Avicii frá, at tað ikki hevur verið lætt at tikið hesa avgerð.
-At gevast við tónleikinum hevur heilt avgjørt verið tann truplasta avgerðin, eg havi tikið í mínum lívið. Men eg havi tað gott við avgerðini. Eg havi ikki følt meg væl í langa tíð, fortelur Avicii The Hollywood Reporter.
Hóast hann enn kann spæla útseldar stórar konsertir yvir allan heimin, hevur heimskendi Avicii eina heilt serstaka orsøk til at gevast við tónleikastarvinum.
Avicii hevur havt fleiri heilsutrupulleikar, sum millum annað vóru orsøkin til, at hann mátti avlýsa fleiri konsertir hjá sær í 2014.
-Eg mátti gevast vegna heilsuna hjá mær. Tað er bara ikki eg at standa á einum palli. Trupulleikin var tó hvørki tónleikurin ella konsertirnar, men alt annað sum hevði við sær at vera tónleikari. Tað kendist ikki nátúrligt fyri meg, sifgur Avicii til The Hollywood Reporter.
Tann 26-ára gamli tónleikarin vil tó ikki leggja tónleikin heilt á hillina. Avicii fer hóast alt framyvir at arbeiða uppá sína nýggju fløgu, sum sambært hann framvegis krevur nógv arbeiði, áðrenn tað er klárt at koma út.
Kelda: nordjyske.dk