Tøfting sigur frá øllum

Danski fótbóltsspælarin Stig Tøfting hevur skrivað sína sjálvsævisøgu, og hendan bók er meira erlig enn slíkar bøkur plaga at vera

Tøfting hevur verið ígjøgnum nógv í sínum lívi, og hann greiðir opið frá øllum í bókini. Pápi Tøfting skjeyt mammu hansara og gjørdi síðani sjálvmorð, tá ið Tøfting var smádrongur, Tøfting misti fyri nøkrum árum síðani ein son, sum bara var 26 dagar gamal, og Tøfting hevur sitið í fongsli fyri harðskap. Umframt persónligu hendingarnar hevur hann verið ein av fremstu fótbóltsspælunum í Danmark í nógv ár, og í bókini greiðir Tøfting millum annað frá, hvat hann hevur fingið í løn í teimum ymsu feløgunum, hann hevur spælt fyri. (Mynd: Scanpix)