Grannskoðaramálið
Í túsundatali av menniskjum vórðu í miðøldini og eftir trúbóðtina brend á báli sum heksir. Kirkjan gekk á odda í hesari herferð, sum serliga var vend móti kvinnum. Prestur ákærdi kvinnuna fyri at vera heks, hereftir varð hon handað til dómstólarnar. Rættarsakin kundi vara í fleiri dagar, har kvinnan varð so pínd og troytt at hon til seinast játtaði seg seka. Eftir hetta varð kvinnan brend livandi á báli, meðan mannamúgvan geylandi og rópandi hugdi at.
Soleiðis var fyri 500 árum síðani, tá heksirnar vórðu brendar, og soleiðis var fyri 2010 árum síðani tá mannamúgvan rópti – krossfest, krossfest.
Føroyar ídag
Í dag liva vit í rættarsamfelagnum Føroyum. Vit liva í 2010 í einum nýmótans samfelag. Um tú spyr føroyingar flest, so kennir eingin seg aftur í heksabrenning ella krossfesting. Nei, vit liva í einum frælsum samfelag, har øll hava síni rættindi, har tali- og skrivifrælsi valdar, har fjølmiðlarnir eru óheftir, og har tey ákærdu hava rætt til forsvar og verju.
Tó hava hesar seinastu vikurnar ikki mint sørt um heksabrenningina í miðøldini tá prestur ákærdi, og einki menniskja kundi seta spurnartekin við hansara ákæru.
Í grannskoðaramálinum hevur Løgtingssins Umboðsmaður talað, og hennara talu kann eingin seta spurnartekin við. Eins og í miðøldini, so er alt uppi á gosi. Mannamúgvur, politikkarar og fjølmiðlar rópa hvørt um annað – tendra bál, tendra bál. Og stakkals heksirnar, sum skulu brennast hava ongan livandi møguleika fyri at verja seg móti álopum.
Grannskoðaramálið
Í miðøldini tá kirkjurnar í øllum Europa fóru at jagstra heksir var orsøkin manglandi makt yvir fólkinum. Vit heksabrenning staðfesti kirkjan yvir fyri fólkinum, at um tey ikki hildu seg til kirkjuna so vórðu tey brend á báli. Hetta legði sjálvsagt band á fólk soleiðis, at tey av ræslu hildu seg til kirkjuna.
Spurningurin er so hvat veruligi essensurin í hesum málinum er?
Er veruliga orsøkin fyri, at politikkarar og fjølmiðlar vilja síggja heksabrenningar í grannskoðaramálinum kanska tann, at man vil flyta fokus frá substansinum í málinum? Nemliga, at vit enn einaferð hava yvirtikið eitt stórt málsøki eftir donskum leisti, sum vit ongan livandi møguleika hava fyri at umsita sjálvi?
Halda politikkarar og fjølmiðlar, at vit í Føroyum við at brenna eina ella tvær heksir í hesum máli kunnu halda fram í sama lag? Yvirtaka rátt uttan at seta spurnartekin við um danska skipanin yvirhøvur kann nýtast í Føroyum?
Hvar var nú veruligi trupulleikin í heksa málinum?
Hurra fyri yvirtøkur og Hurra fyri at vit einaferð verða eitt sjálvbjargið fólk, sum sjálvi ráða í Føroyum. – Alt gott um tað –
Men, høvdu vit bara kunna sannað, at donsku skipaninar, sum vit yvirtaka ikki altíð hóska til okkara samfelag. So høvdu vit verið komin nógv longur.
Grannkoðaraøkið hevur verið føroyskt í eitt mannaminni. Tá danir endurskaptu álitið á føroysku umsitingina við at innføra danskar reglur og skipanir í 1994 var grannskoðaralóggávan dagførd. Fyri at gerast løggildugur grannskoðari skuldi ein eftir lógini uppfylla 6 treytir. Herundir er ein av treytinum, at umsøkjarin skal hava staðið eina serliga próvtøku sambært § 4.
Í § 4 stendur, at tann føroyski skrásetingarmyndugleikin ásetir nærri reglur um próvtøkuna.
Og sjálvt um talan er um yvirtikið málsøki, og vit í Føroyum skulu hava føroyskar grannskoðarar, herundir at føroyski myndugleikin hevur skyldu til at gera nærri reglur viðvíkjandi próvtøku hjá grannskoðarum og eisini halda próvtøku fyri grannskoðarum so er ein
– ordiligur grannskoðari enn ídag ein stats aut grannskoðari - stoyptur og doyptur í Danmark.
Hetta sjálvt um tað onganstaðni í lógini stendur, at próvtøkan skal vera donsk ella eftir donskum leisti. Tvørturímóti so leggur lógin upp til, at vit í Føroyum skulu hava føroyskar grannskoðarar – stoyptar og doyptar í Føroyum.
Og tá nú umboðsmaðurin sigur, at brek og feilir eru við skipanini, so er eingin, sum klárar at lyfta seg upp um bjarta ljósið frá bálinum, sum so lokkandi fær okkum at gleðast til heksabrennin.
Tað er eingin sum setur spurnartekin við, um okkara danska eftirlíkningsskipan yvirhøvur er tann rætta skipanin. Kanska skuldu vit heldur valt at hugt eftir øðrum skipanum ella sum lógin leggur upp til – gjørt okkara egnu skipan.
Niðurstøðan
Hetta málið er bara eitt av mongum málum, sum fara at stinga seg upp, so hvørt sum vit blint yvirtaka danskar skipanir, sum eru skraddaraseymaðar til eitt heilt annað fólk enn okkara.
Ja, well – Vit kunnu velja at brenna heksir, hvørja ferð føroyska samfelagið brennir seg av hesum skeiva leisti. Men hetta kemur ikki at gagna næsta ættarliðnum.