Fiskivinna
At fiskiríkidømi í havinum er ogn Føroya fólk, er ein spurningur, sum hevur verið nógv frammi í seinastuni.
Hetta var eisini ein prinsipiellur og týðandi partur av umrøðuni í løgtinginum í vár, tá fiskivinnulógir vóru til viðgerðar.
Ofta hevur verið ført fram, at reiðarar og skipaeigarar, sum sita á veiðirættindunum í dag, hava fingið hesi rættindi – ogn Føroya fólks - fyri einki.
Men er tað nú rætt, kunnu vit spyrja. Tað veldst um eyguni, sum síggja.
Upprunaliga kundu menn fiska uttan at gjalda nakað fyri hesi rættindini, men fleiri tey seinastu árini hevur gjaldið verið partur av prísinum fyri vinnutólini, skip og bátar.
Rætt er, at prísurin fyri at fiska ikki beinleiðis er komin landskassanum til góðar, men teimum, ið selja skip og bátar við rættindum. Hinvegin hevur tað virksemi, sum fiskivinnan á sjógvi skapar, so sanniliga verið við til at lagt lunnar undir tað samfelag, vit hava í dag.
Orsøkin til, at veiðirættindini seinastu árini hava fingið so stórt virði, eru tær skipanir og tað lógarsmíð, sum politisku myndugleikarnir gjøgnum árini hava staðið fyri, seinast við lógini um vinnuligan fiskiskap, har flestu skip og bátar hava ávíst fiskidagatal.
Tá ið tað treingist saman um og skarvað verður burtur av teimum fiskidøgum, ið skip og bátar hava, veksur eftirspurningurin eftir óbrúktum fiskidøgum. Eins og í øðrum viðurskiftum, er tað eisini í hesum førinum útboð, eftirspurningur og møguleikar fyri avkasti, sum avgera prísin.










