Tá fakfelagið verður størsti fíggindin hjá starvsfólki

Umsíðir tók tað stóra fak­fel­ag­ið, Før­oya Fisk­i­mann­a­fel­ag, í egn­an barm og bað um um­­ber­ing fyri at hava brot­­ið øll virð­­­ilig fak­­fel­­ags­rætt­­indi, tá Jan Højgaard, for­­­mað­­ur fel­ags­ins, burt­ur­­­vísti Ol­afi Jo­hansen og in­s­i­n­­u­er­aði, at hann hevði gjørt okk­urt kriminelt.

Hetta mál­ið er sera sera løg­­ið. At eitt fakfelag – stuðl­­að av Sam­­­taki, soleiðis ger seg inn á tey mest grund­leggj­andi rætt­­indi, sum eitt starvs­­fólk hev­­ur, í hes­um føri skriv­arin í Fisk­­i­mann­a­fel­ag­num­, lík­ist í øll­um før­um ikki virð­i­lig­um fak­fel­ags­pol­i­tikki – hetta er akkurát tað, sum er and­søgn­in til eksistensin hjá fa­k­feløgunum.

Men í gjár kom so um­ber­­ing­­in frá Fisk­i­manna­fel­ag­num. Og hon er so­ljóð­andi:

»Nevnd og for­maður í Før­­oya Fisk­i­mann­a­felag vátta, at fyrr­verandi skriv­stov­u­m­að­ur fel­ag­sins gjørdi eitt gott ar­beiði fyri fel­ag­ið, og hevði stóra vit­an á sínum øki.

Vit muga á­sanna, at mann­a­gongd­in í samband við burt­­ur­­vís­­ing­ina ikki var røtt og skuldi ikki ver­ið so.

Vit harm­­ast um, at hetta hev­ur elvt til, at Olaf Jo­han­sen er sett­ur í ringt ljós mill­um manna. Vit vilja við hes­um biða Olaf og hans­ara av­varð­­andi um umberðing fyri tað, tey hava verið ígjøgnum.

Vit takka Olaf fyri 35 ára starvs­­tíð í Fiski­­mann­a­fel­ag­num.
Vit vilja við hes­um skriv­i vóna, at øll skriv­ing og kjak um hetta mál fær ein enda, Fisk­­i­­mann­­a­fel­agnum ­at frama.«

Tað undrar okkum stór­liga, at Samtak stuðl­ar slík­um fak­­fel­­ags­­skað­i­lig­­um virksemi - tá Fisk­i­mann­a­felagið so­leið­­is et­ur all­ar á­kær­u­r í seg aftur.