Fiskivinna
- Vit hava sent boð eftir arbeiðsfólkinum at møta í morgin, men nú noyðast vit at geva avboð til tey flestu. Fáa vit ikki fatur á teimum, kann hetta kosta virkinum pening.
Soleiðis greiddi Esther Eysturskarð, bókhaldari og fiskakeypari á Norðfra, frá, tá ið vit vitjaðu inni á virkinum ein seinnapart herfyri.
- Vit hava keypt og goldið fyri 14.000 pund av fiski til Fiskamarknaðin Føroya í dag, men nú vísir tað seg, at vit fáa bara 3.200 pund. Vit hava eisini goldið fyri leigu av kassunum, sum tey 14.000 pundini skuldu verða í, tá ið tey komu norður.
Ov stórur munur
Esther spyr, hvat tey nú skulu gera?
- Við hesum 14.000 pundunum, skuldu vit havt 20.000 pund inni á gólvinum í morgin. Men nú hava vit bert 10.000 pund og hava sent boð eftir arbeiðsfólkinum.
Esther sigur, at tað ikki er óvanligt, at nøgdin, sum keypt er, ikki altíð er so neyv, men talan er sjáldan um meira enn 10% við síðuna av.
- Men í dag er munurin á tí, vit hava keypt og goldið fyri og tí, vit fáa, stórur. Vit hava við øðrum orðum goldið fyri nakað, sum ikki er til.
Hon vísir á, at tað er ikki altíð so lætt hjá skipum og bátum at siga ítøkiliga, hvat teir fara at hava inni, tá ið túrurin er liðugur og ofta verður lastin seld, áðrenn túrur er lokin.
- Men so langt við síðuna av er tað sjáldan, leggur hon aftrat.
Esther ljóðar eitt sindur irriterað, tá ið hon sigur, at svartiper, sum hon tekur til, aftur hesaferð kemur at liggja hjá framleiðaranum.
Peningur til góðar
Vit spurdu hana, hvussu verður við ágóðanum hjá Fiskamarknaði Føroya í slíkum føri, tá ið meira verður goldið, enn veruliga nøgdin svarar til.
- Hetta verður avroknað soleiðis, at vit eiga pening til góðar hjá Fiskamarknaði Føroya, leggur Esther Eysturskarð, bókhaldari og fiskakeypari, aftrat.










