16 ára gamli gittarsnillingurin, Benjamin Petersen, úr Vestmanna hevur áður prógvað, at honum skulu føroyingar væntað av nógv í framtíðini. Hann hevur bæði roynt seg sum tónleikara í Danmark og Íslandi við frálíkum skoðsmálum.
Á tiltakinum, Stjørnubreytin 2004, spældi 16 ára gamli vestmenningurin instrumentala lagið, Silvia, og hann royndi seg eisini saman við húsorkestrinum undir framførsluni hjá songfuglunum Brandi Enni og Heini Gilstón Corfitz.
Íblástur
- Øll sum lúttóku í tiltakinum vóru á einum máli um, at dygdin á teimum ungu tónleikarunum er frálík. Eg eri eisini sannførdur um, at nógv fer at blóma úr tiltakinum, sigur Benjamin Petersen.
Hann vísir á, at tey ungu fáa íblástur at gera enn meir við tónleikin av
slíkum tiltøkum. 16 ára gamli vestmenningurin greiðir frá, at fleiri av tónleikarunum á Stjørnubreytini hava ætlanir um at spæla saman í næstum.
-Vit hava tosað um at gera eitt rock-jazz jamm við blásarum, floytum og gittara os. fr. Eg eri rættliga spentur um, hvat vit kunnu fáa burturúr úr tí, sigur Benjamin Petersen at enda