Tá fór djevulin frá honum

Tá fór djevulin frá honum, og sí, einglarnir komu og tæntu honum. Matt. 4. 11

 

Eftir John S. Myllhamar

Soleiðis endaði tað við freistingini av Jesusi í oyðimørkini. Men soleiðis endar tað ikki so ofta, tá ið vit vera freistaði. Ofta var tað øvut, at tað vóru einglarnir ið fóru, og djevulin ið var verandi. Hann er trúfastur at møta upp og hevur eygu á hvørjum fingri, altíð til reiðar at koma við tí, okkum dámar.

Vit vita væl, at tað eru steinar, hann vil metta okkum við, men tá ið tað hevur eydnast honum nóg leingi at lúgva heilt inn í sálina, at teir kunnu blíva til breyð, taka vit teir – og ikki fyrr enn ov seint er, leggja vit merki til, at teir vóru verandi steinar.

Ella hann vísti okkum heimsins ríki og alla dýrd tess og teskaði okkum í oyra: Níg fyri mær, so skal eg geva tær hetta. Og tað var ógjørligt at siga nei takk. Hugsa sær, at fáa júst tað, ein ynskti sær - heiður, pening, vald, bara við at níga. Ongatíð hava so mong fingið so nógv fyri so lítið sum fólk fingu, tá ið tey nigu fyri gudinum í hesum heimi. Vit síggja hetta rundanum okkum, hvussu menniskju níga, og hvussu nógv tey fáa fyri tað. Djevulin er ein góður útgjaldari. Vit sjálv nigu við. Og fingu eina rúgvu við.

Tað er bara tað at siga til hetta, at vit skulu hugsa ”ilt”, hvørja ferð djevulin sigur nakað ”gott”. Tí hann er lygnari. Tað er vandafult at leggja oyra til rødd hansara og dýrt at fylgja honum. Tí tað kostar altíð tað, at einglarnir fara frá okkum. So eru vit einsamøll við hinum Ónda. Og tað verður eitt ússaligt lív.