Tí eru merkjavørur so dýrar

Hví er so stórur munur á prísinum á merkjavørum og ikki-merkjavørum?

Geir Ivar Nordli, stjóri á norska designskúlanum Esmod, sigur við tb.no, at orsøkin bæði er at finna í marknaðarføringini og í góðskuni á vørunum.

”Tilfar, yvirflatuviðgerð, seyming og mynstursamanseting er ofta betri dygd hjá europeisku mótahúsunum sum Prada og Gucci. Eisini verða klæðini ofta framleidd í Europa, ið sum kunnugt er dýrari enn Asia, har bíligu klæðini verða seymað, sigur norski designskúlastjórin.

Hann greiðir frá, at Gucci-handlarnir taka tríggjar ferðir tað fyri vøruna, sum tey fáa hana inn fyri. Sotatt verður eitt turriklæði, sum hendilin keypir fyri 400 krónur, selt út fyri 1.200 krónur. Upprunaliga kostaði tað 133 krónur at framleiða. Hjá lágpríshandilsketunum verður ein vøra, sum kostar 100 krónur at framleiðs, seld út aftur fyri 500 krónur.

Men, sum Geir Ivar Nordli sigur, so hava merkjavøruhúsini eisini aðrar útreiðslur, sum bíligu keturnar ikki hava. Eitt nú kann tað lættliga kosta omanfyri 8 milliónir krónur at skipa fyri einari mótasýning.