MFS í Keypmannahavn skipar fríggjadagin fyri einum kjakfundi, har Heri á Rógvu búskaparfrøðingur leggur fram sína verkætlan um prísleguna í Føroyum, og fleiri politikarar fara síðani at kjakast um evnið. Harímillum eru Jørgen Niclasen, formaður í fíggjarnevnd Løgtingsins, Hans Pauli Strøm, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, Edmund Joensen, fólkatingsmaður og løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, Kári á Rógvi, formaður í Sjálvstýrisflokkinum og Per Højgaard, umboð fyri Tórshavnar Kommunu.
Hesi fara at manna pallborðið, sum skal kjakast um hetta evnið, eins og luttakararnir fáa høvið at seta hesum spurningar.
-MFS vil við hesum tiltakinum varpa ljós á stóra prísmunin, ið er millum vørur í Danmark og Føroyum og geva útisetum ein møguleika at hoyra, skilja og kjakast um møguligu orsøkirnar til hendan stóra prísmun og eisini luttaka í politiska kjakinum, sigur MFS.
Tiltakið byrjar klokkan 20.00