“Tú ert ein politiskur gleðisdrongur”

Tema: ´Hóast tey flestu hava verið fólkalig um floksskiftið hjá Sjúrði Skaale, hevur hann eisini fingið onkrar hvassar viðmerkingar, síðani hann fór úr Tjóðveldi og upp í Javnaðarflokkin

Mest umtalaða floksskiftið í hesum árinum er tað hjá Sjúrði Skaale. Politiska ósemjan millum hann og formannin í Tjóðveldi gjørdist so stór, at Sjúrður Skaale fór úr flokkinum. Nakrar vikur seinni stóð hann fram sum javnaðarmaður, og fyri tveimum vikum síðani varð hann valdur í fólkatingið umboðandi Javnaðarflokkin.

Sjúrður Skaale hevur í fjølmiðlunum sagt, at hann gjørdi tað, sum hann helt verða rætt, men hann hevur eisini kent, hvussu fólk kunnu reagera, tá ið tey verða vónbrotin av einum politikara.

- Tað hevur verið ein buldrut tíð, og tað hevur ikki verið kostnaðarleyst at skifta flokk. Flestu fólk eru bæði virðilig og fólkalig, og eg havi bestu viðurskifti við allarflest tjóðveldisfólk – eisini fólk, sum valdu meg, men eru vónbrotin av, at eg skifti flokk. Men so eru tað eisini tey meira víðgongdu, sum gera vart við seg, og tey kunnu verða harlig í talu og á skrift, sigur Sjúrður Skaale.

Hann hevur fingið fleiri brøv frá fólki, um hava funnist harðliga at honum. Í brøvunum ber millum annað til at lesa hetta:

"Havi aldrin og fari neyvan at stemma uppá teg. Kenni lyndi og verumáta tín. Veit hvussu tú roynir at stjala tær heiður fyri tað, sum onnur hava gjørt. Í mínum eygum ert tú ein egocentrikari, sum bara gert tað, sum er best fyri teg. Fyri meg ert tú ikki nakað vónbrot, tí tú vart ongantíð tjóðveldismaður, men ein politiskur gleðisdrongur.”

"Sum vanligt fyri teg, so fert tú uppum har garðurin er lægstur. Í einum gajolpakka stóðu einaferð hesi vísdómsorð, sum eg haldi tú eigur at hugsa um: " Du kan komme til verdens ende på en løgn, men du kan ikki vende tilbage".

"Eg má siga tað Sjúrður. Tú ert størsta politiska vónbrotið eg sum tjóveldismaður veit um. Ein fjølmiðlagreðingur og egotrippari so tað forslær".

Sjúrður Skaale viðurkennir, at tað hevur avgjørt ikki bara verið lætt at skifta flokk, hóast floksskiftið eydnaðist væl, tá ið hugsað verður um fólkatingsvalið.