Barnaheimið eigur at vera í Havn. Tað staðfestir Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, nú Løgtingið viðger eitt uppskot frá henni um at byggja nýtt barnaheim fyri 65 milliónir.
Í hesum sambandi hava fleiri løgtingslimir ført fram, at eftir teirra tykki er tað betri fyri børnini, sum skulu búgva har, at tað verður flutt út á bygd.
Hví teir halda tað, kanst tú lesa meiri um HER
Eyðgunn Samuelsen, heldur, at tað er ikki treytaleyt betri at hava tað í Havn, tí tað hevur eisini sínar fyrimunir á bygd.
Men hon er sannførd um, at í hvussu so er eigur tað at hava høvuðssæti í Havn, men hon vísir ikki tankanum frá sær um at Barnaheimið hevur deildir á bygd.
Hon vísir á, at Barnaheimið hevur rættiliga nógv brúk fyri ymsum tænastum, sum eisini eru í Havn, eitt nú, Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum, sálarfrøðingum annars, Sernámið, og øðrum.
– Tey børn, sum eru á barnaheiminum, hava brúk fyri hjálp og stuðli frá ymsum fakbólkum við rættiliga nógvari servitan. Tí haldi eg, at øll hendan kjarnuuppgávan eigur at liggja saman. Og tí havi eg tikið eitt val í hesum sambandi, og tað er at byggja tað í Havn, sigur Eyðgunn Samuelsen.