Tí er ruðuleiki í samgonguni

Anfinn Kallsberg, sum hevur staðið í fremstu røð í politikki í mong ár, hevur eina forkláring upp á, hví tað er so stórur ruðuleiki í samgonguni

– Hetta spetaklið má halda upp at, ongantíð ov skjótt.

 

Brandur Sandoy, fyrrerandi løgtingsmaður, og núverandi borgarstjóri á Sandi, heldur, at ruðuleikin í samgonguni hevur ongantíð verið størri enn nú.

 

Á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum helt hann fyri, at vit mugu sleppa burtur úr hesum »ólevnaðinum«, sum er í Løgtinginum, har atkvøður eru handilsvøra, og har mørkini ímillum flokkarnar liggja í skeljasori.

 

– Hugsjónir eru hvørvisjónir, og sleppur hetta spetaklið at halda fram, fer tað at kosta landinum dýrt, helt hann.

 

Men hann helt, at løgmaður eigur ein stóran part a skylduni fyri at støðan er, sum hon er, tí hann hevur boðað frá, at hann fer undir ongum umstøðum í samgongu ið Fólkaflokkin.

 

– Sostatt hevur hann slóðað fyri, at Tjóðveldi trumlar hann niður, tí hann hevur ikki aðrar møguleikar enn at samstarva við Tjóðveldi.

 

Avleiðingin er, at hann fær ikki skil á sínum egna flokki. Javnaðarflokkurin er ein ruðuleiki, fyrst fór Sonja Jógvansdóttir burtur úr, síðani hevur Heðin Mortensen havt hug at leggja seg tvøran í onkrum máli, men serliga eru tað Kristin Michelsen og Bjarni Hammer, sum báðir eru løgtingsmann av Tvøroyri, sum seta seg upp ímóti løgmanni í málinum um eina nýggja fiskivinnuskipan.

 

Brandur Sandoy heldur, at tað er ógvuliga skaðiligt fyri útjaðaran, at Føroyar vórðu gjørdar til eitt valdømi.

 

– Tað hevur beint fyri virkishuginum hjá politisku lokalfeløgunum, og hevur havt við sær, at øll í einum flokki eru í beinleiðis kapping við hvønn annan um atkvøðurnar í øllum landinum.

 

–  So hvørt miðsavningin vindur upp á seg, verður størri og størri partur av løgtingslimum úr miðstaðarøkinum, við ongum rótum í útjaðaranum, og við ongum forstáilsi fyri, at Føroyar eru annað og meiri enn ein býur, heldur Brandur Sandoy.

 

Tí tekur hann staðiliga undir við, at tey gomlu vældømini fáa trygd fyri at tey fáa umboð á Løgtingi, kanska eini tvey løgtingsumboð úr hvørjum valdømi, so kann restin verða vald um alt landið.

 

Anfinn Kallsberg, er samdur og eisini hann heldur, at tað hevur gjørt lokalu politisku feløgini veik, at Føroyar vórðu gjørdar til eitt valdømi.

 

– Hetta man verða fyrstu ferð í søguni, at ein varalimur, sum harafturat er nývaldur á ting, er valdur til formann fyri ein politiskan flokk á Løgtingi, og hetta man vera fyrstu ferð, at vit hava ein nývaldan varalim sum forkvinnu í Fíggjarnevndini, sigur hann – og her sipar hann til ávikavist, Jónleif Johannesen, sum er formaður fyri Janaðarlokkin á tingi, og Ruth Vang, sum er forkvinna í fíggjarnendini.

 

Anfinn Kallsbert heldur, at hetta er tí at tað er so stór útskifting í flokkunum. Men avleiðingin er, at Løgtingið formáar sær alt ov lítið ímóti landsstýrinum, og tí er ruðuleikin í Løgtinginum so stórur við tað, at Landsstýrið hevur lyndið til at yvirtrumfa Løgtingið.

 

– Skulu lokalfeløgini styrkjast, mugu tey fáa ávirkan, eitt nú at stilla valevni upp, og tí er neyðugt at vit fáa eina skipan, sum tryggjar lokalu økjunum umboðan á Løgtingi, sigur Anfinn Kallsberg

 

Bjarni Djurholm, fyrrverandi landsstýrismaður, og løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, heldur at hetta sigur nógv um, hvussu lítlan dent, samgongan leggur á arbeiðið í Løgtinginum