Tí eldast menniskju

At fólk eldast, kemst bæði av innaru og ytru umstøðum

Ytru umstøðurnar snúgva seg eitt nú um kost, rørslu, royking og strálingar, sum kunnu fáa fólk at síggja eldri út.
Aftrat ytru umstøðunum, eru sjálvandi eisini lívfrøðiligar frágreiðingar um, hví fólk eldast.
Vit kunnu siga, at likamið hevur eitt ur, sum bara gongur í eina ávísa tíð.
Menniskju eru ”programmeraði” til at doyggja, tí okkara kyknur kunnu ikki deila seg í allar ævir. Kyknur kunnu nevniliga bert deila seg eitt ávíst tal av ferðum.

Alt kemur ikki við
Likamið er bygt upp av kyknum, sum alla tíðina deila seg. Hvørja ferð, ein kykna deilir seg, kopierar hon sítt egna dna, sum hevur ein ávísan bygnað.
Bygnaðurin er kendur undir navninum, kromosom.
Í hvørjum kromosomi er tað, sum rópt verður ”telomerur”, ið vit kunnu siga er eitt pettið av dna, sum er til avlops.
Tá dna’ið verður kopierað, kemur ikki alt kromosomið við.

Kyknur doyggja
Fyri hvørt ”kopi”, sum verður gjørt av dna’num, verður minni av telomerum, og at enda eru tær heilt burtur. Tá hesar eru burtur, heldur kyknan uppat við at deila seg, og tá doyr hon. Tað er, tá kyknurnar doyggja, at vit síggja tekin um aldurdóm á likaminum.
Tað er soleiðis okkara egna likam, sum forðar okkum í at liva í allar ævir.
Kelda: videnskab.dk