Týdningurin av fiskivinnuni ikki minkaður

- Vit, sum umsita og arbeiða við fiskivinnuni, vita, at týdningurin hjá hesi vinnu ikki er minkaður seinnu árini, tvørturímóti. Í dag eins og í tíðum sum koma, verða allir teir mest avgerandi spurningarnir um vælferð og búskap tengdir at okkara felags evnum at umsita og virka rætt innan fiskivinnuna, segði Johan Dahl, tá hann setti Sjómannadagin

Tað var Johan Dahl, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sum setti Føroya Sjómannadag í Klaksvík fyrrapartin leygardagin.
Hann vísti á, at Sjómannadagurin er evnaður til av sjálvstøðugum fólki, sum leggja egnan rygg til tiltakið.
- Av egnum áhuga vilja tey lýsa eina vinnu øðrvísi, enn hon verður lýst allar aðrar dagar í árinum. Spírin er sprottin úr tykkara øki her norðuri og fleiri av tiltøkunum, ið dagurin fevnir um, eru partar av vinnumynstri tykkara. Onnur tiltøk lýsa vinnu ella ítriv aðrastaðni, og øll kunnu setast í samband við sjógvin.
Johan Dahl segði, at Sjómannadagurin lýsir bæði søgu og nútíð. Hann fevnir um álvara, skemt og leik, og samstundis er hann vorðin sín heilt egni. Eitt øðrvísi og gott alternativ til summarstevnur, festivalar, tónleikatiltøk og ítrótt.
- Júst hetta, at Sjómannadagurin er egin, gevur honum sítt sjálvsagda pláss í álmanakkanum. Hann er eitt familju- og frítíðarátak, men sanniliga eisini ein mentanarberi, ið knýtir fiski- og sjóvinnu okkara at øðrum yrkis- og samfelagsbólkum.
Landsstýrismaðurin vísti á, at eitt eyðkenni í samfelagsgongdini seinnu árini hevur verið, at støðugt størri partur av fólki okkara arbeiðir í øðrum yrkisgreinum enn fiskivinnuni. Av somu orsøkum metir onkur, at týdningurin av fiskivinnuni, sum vinna, er minkaður tilsvarandi.

Týdningurin ikki minni
- Vit, sum umsita og arbeiða við hesum øki politiskt og øll tit, sum vinna til dagsins breyð í fiskivinnuni – vit vita betri. Týdningurin hjá fiskivinnuni er ikki minkaður seinnu árini, tvørturímóti. Tí í dag, eins og í tíðum sum koma, verða allir teir mest avgerandi spurningarnir um vælferð og búskap tengdir at okkara felags evnum at umsita og virka rætt innan fiskivinnuna.
Hann helt fyri, at so løgið tað ljóðar, eru tað ikki bert vit, ið hava hesa fatan í dag.
- Øll tey væl lærdu á skrivstovum og stovnum kring landið hava somu fatan: At fiskivinnan – og menning innan hana – hava avgerandi týdning fyri vælferð og búskaparvøkstur í landi okkara.
Í so máta – haldi eg – hevur makrelmálið havt ein ávísan týdning. Tað minnir fólk á, at tilfeingið og arbeiði okkara hevur eitt stórt virði.
- Tað er ein stoltleiki at hoyra heima í fiskivinnuni og at umboða hana. Fiskivinnan verður aftur viðgjørd breitt í almenninginum og er javnan ovast á tíðindabreddanum. Ein aðaltáttur í virkinum hjá okkum politikarum eigur altíð at vera at taka avgerðir í langtíðarhøpi við atliti at heildini.
Johan Dahl reisti eisini spurningin, hvussu vit tryggja øllum Føroyum besta búskaparliga úrslitið í tíðum sum koma?
- Tann stóra andsøgnin í slíkum arbeiði verður tó ofta, at rætta avgerðin fyri heildina í langtíðarhøpi kann kennast skeiv, og kanska áleypandi fyri ávísar yrkisbólkar í stutttíðarhøpi. Men lat meg gera tað púra greitt. Tað er ongantíð okkara politiska ætlan at ganga avísum yrkisbólkum ov nær. Ætlan okkara er at skapa so stór búskaparlig virði sum møguligt, og skuldi tað hent, at ætlan okkara kennist sum eitt afturstig fyri onkran, so skal tað bert vera í eitt avmarkað tíðarskeið.

Fiskivinnan frælst lív
Hann segði, at samlaði búskaparvøksturin skal koma seinni, og hann gagnar øllum.
- Eitt høvuðseyðkenni fyri vinnu okkara – bæði fiski- og alivinnuna – er, at hon livir sítt frælsa lív. Úr djúpum aldudølum upp á hægstu kambar. Vinna tykkara í hesum øki ber síni boð í so máta. Tað frøir meg almikið at staðfesta, at partar av vinnuøkinum eru virkin í dag og geva avlop, samstundis sum tey eru ment tøkniliga.
Johan Dahl nevndi nøkur skip og virkir í síni setanarrøðu.
- Stásiliga skipið Norðborg hevur sítt avgjørda pláss í uppsjóvarvinnuni, eins og onnur skip í hesum øki innan hesa vinnu. Kósavirkið er aftur virkið og hevur leiðandi leiklut innan botnfiskavinnuna. Vit kunnu staðfesta, at rakstrarúrslitini hjá JFK eru góð. Hetta økið umboðar týðandi partar av alivinnuni, ið framhaldandi hevur avgerandi týdning fyri búskap okkara.
Hann segði, at dømini skulu minna okkum á, at á teimum vinnuøkjum, har tað í dag ikki gongst eftir vild – ja, har kann vend koma í sera skjótt, so vøkstur og menning aftur bera vinnuøkini inn í eina bjartari framtíð.

Tíðin arbeiðir fyri
- Vit liva í trúnni á, at viðurskiftini í fiskivinnuni broytast meira enn í øðrum vinnum. Men, vit liva samstundis í tí trúgv, at broytingarnar ikki bert eru til tað verra, tvørturímóti. Vit vita, at í fiskivinnuni kanst tú sanniliga hava tíðirnar við, liva í viðráki, har møguleikarnir fyri menning og vøkstri eru sjálvsagdir. Vit vita, at hesir møguleikarnir eisini liggja fyri framman hjá teimum pørtum av vinnuni, ið eru í tungum sjógvi í dag. Tíðin arbeiðir fyri teimum, segði Johan Dahl, tá hann setti Føroya Sjómannadag.