EINGIN ivi er um, at Fiskirannsóknarstovan, sum í dag heldur átti at itið Havfrøðisstovan, so nógvar fjølbroyttar uppgávur røkir stovnurin, hevur havt alstóran týdning fyri føroyska samfelagið. Tað er tí stórt spell, at okkara politikarar nú í mong ár hava sýtt fyri at játta fleiri pengar til stovnin. Hann varð skerdur undir kreppuni og má í dag dúva uppá pengar frá ymsum verkætlanum hann luttekur í. At stovnurin er við til at skipa verkætlaninir, sum geva honum inntøkur, er eisini rætta leiðin. Men tá hugsað verður um, hvussu grund-leggjandi uppgávur stovnurin hevur at røkja fyri samfelagið Føroyar, átti hann eisini at havt nógv størri prioritet hjá teimum játtandi myndugleikunum.
TAÐ er neyvan heldur ov nógv sagt, at júst hesin stovnurin hevur gingið undan, tá talan er um gransking og at samstarva við granskarar og fakfólk í umheiminum. Nú farið verður inn í næstu øld eiga vit eisini at seta okkum sum mál at menna stovnin til eina nútímans og framkomna havfrøðisstovu. Hvat er meira náttúrligt, tá hugsað verður um, at vit og havið eru eitt. Stovnurin hevur eisini týdning fyri útviklingin á oljuøkinum, eitt nú at tryggja, at okkara livandi tilfeingi og umhvørvið annars ikki verður nervað av hesi nýggju vinnuni. Tað skal vera okkara vón, at politikararnir fara at geva stovninum størri gætur. Tosað verður um at skerja almennu útreiðslurnar. Í hesum førinum eigur júst tað øvugta at verða gjørt. Vit eiga at stuðla og stimbra fakliga og professionella umhvørvið í Nóatúni. Tað fer at geva okkum øllum fleirfalt aftur.
Í HESUM døgum er opið hús á einum øðrum av okkara almennu stovnum, Fróðskaparsetrinum. Hesin stovnurin og Fiskirannsóknarstovan hava leingi húsast undir somu lon og hava á tann hátt uttan iva verið við til at stimbra og stuðla uppundir hvør annan. Komandi dagarnar verða fyrilestrar á Setrinum og har er eisini opið hús. (Meira um hetta aðrastaðni) Eitt frálíkt tiltak, sum ikki minst okkara politikarar eiga at geva gætur. Fróðskaparsetrið og Fiskirannsóknarstovan eru tveir almennir stovnar, sum vit føroyingar eiga at vera ernir av og hjúkla um. Hesir stovnar eru kanska teir, sum meira enn nakar eru við til at varðveita og menna okkum sum tjóð. Sum geva okkara samleika kjøt og blóð. Latið okkum tí taka hond saman við hesum stovnum inn í næstu øld.