Týdningarmikil stig til NSÍ

NSÍ fekk øll trý stigini móti B71 í Runavík. Men tað var ikki nógv sum bendi á hetta fyrru helvtina av fyrra hálvleiki, tá B71 fekk brotspark og hevði møguleika at koma framum 2-0.

2. deild

Tað sást ikki í byrjanini av dystinum, at NSÍ hevði plássið í 2. deild at berjast fyri. Runavíkingar virkaðu als ikki klárir tá dysturin byrjaði. Teir funnu ikki hvønn annan í samanspælinum, og í verjuni var opið so sandingar runnu ígjøgnum sum teimum lysti. Og tað gekk eisini galið longu tá 5 minuttir vóru farnir. Sandingar komu ígjøgnum í høgru síðu, og eitt innlegg endaði hjá Eli Hentze sum skallaði bóltin inn.
Sandingar hildu fram aftaná málið og komu framvegis lætt ígjøgnum verjuna hjá NSÍ. Tá 20 minuttir vóru farnir, bleiv ein sandingur feldur inni í brotsteiginum hjá NSÍ og dómarin dømdi brotstpark. Ein hevði varhugan av, at um hetta brotsparkið fór í mál, so kundi tað enda við einum skrædli. Tí heimaliðið var ikki við í dystinum og tískil var ilt at síggja, hvussu NSÍ skuldi koma aftur í aftur.

Gongdin vendi
Men Eli Hentze sum annars er tryggur brotsparkskjútti, brendi brotsparkið og hetta skuldi vísa seg at venda gongdini í dystinum.
So við og við fekk NSÍ nógv betri stýr uppá sítt spæl, samstundis sum sandingar ikki megnaðu at halda ferðini uppi.
Tá okkurt um hálvur tími var farin, var tað NSÍ sum fekk brotspark. Ein sandingur og ein runavíkingur vóru í hornatøkum um ein bólt, og runavíkingurin bleiv skumpaður í ryggin.
Oddfríður Gaardbo setti brotsparkið í málið uttan møguleika hjá málmanninum at bjarga.
Restina av fyrra hálvleiki var tað mest runavíkingar sum royndu seg, og teir komu fram til onkrar góðar møguleikar, men fleiri mál komu ikki.

Møguleikar til størri sigur
Í seinna hálvleiki var NSÍ klárt omaná. Sandingar fóru fram á vøllin og samstundis blivu allar markeringar sleptar á miðjuni og verjuni. Hetta førdi til at NSÍ ferð eftir ferð rann ígjøgnum B71-verjuna, og serliga í vinstru síðu hevði Eddie Mikkelsen nógv pláss.
Tá 10 minuttir vóru farnir kom tað sum skuldi vísa seg at verða sigursmálið. Sverri Justinussen fekk ein bólt inn um verjuna hjá B71, spældi tvørturum til Eddie Mikkelsen sum setti bóltin í mál.
Sjálvt um sandingar sendu fleiri mans fram á vøllin blivu teir ongantíð vandamiklir í seinna hálvleiki, og teir vóru ongantíð nær tí javnandi málinum. Hinvegin kom NSÍ fram til fleiri møguleikar, sum átti at givið teimum ein størri sigur.
Tað bleiv við 2-1 til NSÍ í einum dysti har B71 byrjaði best, men fall í fátt eftir at brotsparkið varð brent. Hevði hetta farið í mál, hevði talan óivað blivið um ein heilt annan dyst.

Dysturin í tølum:
NSÍ-B71 2-1(1-1)
0-1: Eli Hentze
1-1: Oddfríður Gaardbo br
2-1: Eddie Mikkelsen