Týdningarmikil kvinnudystur í kvøld

Kvinnudysturin millum H71 og Kyndil ger av hvør heldur jól á finaluplássunum - Kyndil kann mest sum avgera grundspælið í mansdeildini

Í kvøld verða seinastu tveir hondbóltsdystirnir í hesum ári leiktir.

Í SMS-deildini tekur H71 móti Kyndli í Hoyvíkshøllini, meðan Kyndil tekur móti Team Klaksvík í Okkaradeildini.

 

Serliga kvinnudysturin millum H71 og Kyndil hevur nógv at siga.

Eftir at H71 hevur havt annað av finaluplássunum alt kappingarárið og Kyndil hevur ligið í tyngra endanum av stigatalvuni, er alt broytt.

Eftir at hava verið í einum sera góðum stima, kann Kyndil leggja seg á næstfremsta plássið við einum sigri á H71, ið hevur verið serið óstøðugt seinastu dystirnar. Hoyvíkskvinnur vóru eitt nú fyri einum skelkandi ósigri móti Stjørnuni sunnudagin, so tað er eitt sært H71-lið, ið spælir avgerandi dystin.

 

Dysturin millum H71 og Kyndil verður leiktur í Hoyvíkshøllini klokkan 18.30

 

Í Høllini á Hálsi tekur mansliðið hjá Kyndli móti Team Klaksvík, og vinnur Kyndil sum væntað eru seks stig niður til fimta plássið, ið KÍF er. Samstundis verða bert fimm dystir eftir at leika, so tað kann vera mest sum avgjørt hvørji tey fýra hálvfinaluni verða í vár, um Kyndil megnar at fáa tvey stig í skjáttuna.

Dysturin millum Kyndil og Team Klaksvík verður leiktur í Høllini á Hálsi klokkan 20.00

 

Støðan í SMS-deildini (Hsf.fo)

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1VÍF113122397318
2H71102632422113
3Kyndil10233239-612
4Neistin10231222911
5Stjørnan10224244-207
6StÍF11210287-771

 

Støðan í Okkaradeildini

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1Neistin133352973818
2H71123062703617
3VÍF133513262517
4Kyndil123072624515
5KÍF13320324-411
6StÍF13297349-528
7Team Klaksvík12274362-882