Týdningarmikið við sterkari nevnd

- Tað er gott at hava sterkan stjóra, men sanniliga eisini týdningarmikið við sterkari nevnd, sigur Birgir Nielsen, nýggjur nevndarformaður í Betri-samtakinum

Birgir Nielsen er nýggjur nevndarformaður í Ognarfelag Tryggingartakaranna, og harvið eisini nevndarformaður í Betri-samtakinum.


- Tað er gott at hava ein sterkan stjóra, men tað er sanniliga eisini týdningarmikið at hava eina sterka nevnd. Hetta valið hevur víst, at vit hava fingið góðar førleikar í nevndina, og vit leggja alstóran dent á, at vit vera ein virkin nevnd, ið fer at halda eitt vakið eyga við leisluni, sigur Birgir Nielsen við Sosialin í dag.

Longri samrøða við Birgir Nielsen kann lesast í Sosialinum, sum kemur á gøtuna seinnapartin.