Jónstein Petersen hjá NSÍ var sum vera man fegin um stigini, sum teir vunnu sær í Klaksvík sunnudagin. Ikki minst, tí stigini vóru úrslit av einum sonnum liðavriki, har allir lyftu í felag.
- Vit spæla heilt væl fyrstu løtuna, men teir fáa so tvey kontra-mál, sum ikki passa okkum serliga væl, men tað gevur okkum eitt lyft, tá Christian Høgni skorar. Eftir steðgin koma vit fram til nógvar møguleikar, og sjálvt um spælið kanska ikki er so flótandi, so koma vit fram til eina rúgva av møguleikum.
Ikki minst var Jónstein nøgdur um, at liðið hevði staðið royndina, hóast fráveru av fleiri týðandi spælarum.
- Vit hava verið illa sperdir hesa vikuna, har fleiri spælarar hava verið skadir og sjúkir. Tí høvdu vit ikki bestu kortini á hondini undan dystinum. Hartil hava vit havt ein keðiligan óvana við ov nógvum javnleikum. Tað hevur tú ikki ráð til, tá oddaliðini tykjast vera so væl koyrandi, sum tey eru.
- Vit hava jú ikki vunnið síðani fyrsta umfarið, so hesin sigurin var sera týdningarmikil fyri okkum. Eisini hóast spælið ikki gekk eftir ætlan, staðfesti Jónstein Petersen at enda.










