Týdningarmikið gull til fimleikin

Føroyar liggja framvegis ovast á listanum yvir heiðursmerki á Oyggjaleikunum, men nú er farið at standa á.

 

Tá ið dagurin byrjaði, høvdu Føroyar 30 gullmerki og Isle of Man 21. Men seinnapartin hava fimleikakappingar verið, og har hevur ein fimleikari av Isle of Man toga eina gull fyri og aðra eftir í land. Alex Hedges hevur vunnið heili 12 gullmerki samanlangt, og nú hevur Isle of Man vunnið 29 gullmerki.

 

Fróði Mortensen syrgdi fyri, at Føroyar vunnu gull í lopinum um hestin, og harvið togaði hann Føroyar upp á 31 gullmerki.