Helgi Jacobsen hevur skrivað bók um Hotel Føroyar og hotelvirksemi í Føroyum annars.
Bókin, sum kallast Meira av tí góða, var løgd fram á føðingardagshaldi hjá Hotel Føroyum í dag.
Í bókini verður leitað langt aftur í tíðina og sagt frá byrjanina til hotel- og matstovuvirksemi í Føroyum. Søgan um Hotel Føroyar, sum er 80 ára gomul, verður eisini lýst, og nógvar áhugaverdar søgur og eygleiðingar eru í bókini.
Ein av mest dramatisku hendingunum í søguni hjá Hotel Føroyum var í 1950, tá ið brennivargur gjørdi um seg í Havn og setti eld á Hotel Føroyar, har ein donsk tænastugenta lat lív.
Niðan fyri ber til at hoyra brot úr samrøðuni, sum Rás2 í dag gjørdi við Helga Jacobsen á føðingardagshaldinum hjá Hotel Føroyum. Í samrøðuni greiðir Helgi Jacobsen frá um ógvusligu hendingina í 1950.










