Bogi Godtfred
-----
Í seinnu helvt av nítiárunum fór eg eina ferð til Álands fyri Dag og Viku at vera hjástaddur, tá álendska sjálvstýrið fylti runt og dagurin skuldi hátíðarhaldast. Tað var Norðurlendska ráðharraráðið, ið beyð nøkrum norðurlendskum fjølmiðlum til Álands. Sjónvarpið var einasti føroyski fjølmiðil, ið varð boðin við, og hinir norðurlendsku vóru á sama hátt útvaldir: NRK í Noregi, SVT í Svøríki og YLE í Finlandi. Norðurlendska Ráðharraráðið man hava hildið, at tað var neyðugt at gjalda fyri ferðina, so stóra hátíðarhaldið kundi fáa umrøðu uttan fyri Áland.
Ferðin til Álands rann fram fyri meg, tá ferðin til Brússel gjørdist umrøðuevni í fjølmiðlunum. Vit høvdu ikki lent í ES høvuðsstaðnum, tá Dimma visti at siga, at Jørgen Niclasen hevði keypt sær fjølmiðlaumrøðu. Dimmu á baki kom Útvarpið við somu niðurstøðu. Munurin á Dimmalætting og Útvarpinum er, at útvarpsfólkini eru partur av somu tíðindadeild í Kringvarpinum, sum hevði sent meg til Brússel. Nú skal tað ikki skiljast soleiðis, at eg havi nakað ímóti, at tíðindaredaktiónin í Útvarpinum tekur málið upp. Men var eg í teirra stað, hevði eg spurt, um Jørgen Niclasen hevði keypt sær fjølmiðlaumrøðu, áðrenn eg gjørdi tað til ein “sannleika”, sum umrøðan varð bygd á.
Undan ferðini til Brússel hevði eg fleiri ferðir havt granskingarsáttmálan FP7 til umrøðu í Degi og Viku. Og einaferð, tá tað var komið so langt, at undirskrivingin var í ljósmála, spurdi Jørgen Niclasen meg, um Dagur og Vika fór at vera í Brússel í samband við undirskrivingina.
Eg segði, at tað væntaði eg ikki. Hugsaði, at tá vit á Degi og Viku ikki vóru til so týðandi tiltøk sum veðurlagsfundin í Keypmannahavn í desember, ikki vóru á áhugaverdu tøkniráðstevnuni framman undan um grøna orku og heldur ikki vóru í Reykjavík 25. apríl í fjør til týdningarmesta altingsvalið í Íslandi í nýggjari tíð aftaná mótmælini og stóra skrædlið har – ja, so fóru vit neyvan til Brússel heldur.
Jørgen Niclasen nevnir við meg, at Uttanríkisráðið kundi goldið ferðina og uppihaldið, um Dagur og Vika hevði hug at vera við. At hann nevndi tað við meg, hevur neyvan verið at aðrari orsøk enn at eg hevði havt málið frammi í Degi og Viku. Jørgen Niclasen segði ikki, at hann vildi hava meg við, og boðini frá mær til redaktións-leiðsluna, tá eg kom aftur úr Tinganesi, vóru, at Jørgen Niclasen hevðí boðið Degi og Viku til Brússel. Hinvegin var tað ikki so løgið, at eg fór. Eg hevði jú arbeitt við málinum.
Umframt undirskrivingina av sáttmálanum sá eg í ferðini møguleikan at fáa nakrar nýggjar myndir úr Brússel, myndir, sum myndasavn okkara so harðliga hevði brúk fyri. Býurin Brússel og umhvørvið, har ES heldur til, er ikki so lítið broytt síðani Edmund Joensen í síni løgmanstíð var á ES høvuðsborgini við Høgna Hoydal í hølunum. Høgni var tá tíðindamaður á Degi og Viku. So gamlar vóru tær “nýggjastu” myndirnar í savni okkara av Brússel. Líka til tann hósdagin 3. juni, tá vit við góðari hjálp frá Uttanríkisráðnum og fryntligum fólki á føroysku sendistovuni spelaðu ígjøgnum býin og royndu at fáa sum mest av myndum í kassan, áðrenn klokkan gjørdist trý og FP7 - granskingarsáttmálin - skuldi undirskrivast.
Áðrenn vit fóru, gjørdi eg Uttanríkisráðnum greitt, at vit sjálvsagt arbeiddu púra óheft – og um vit ikki gjørdu tað, so fóru vit ongan veg. Tað skuldu vera greiðar linjur, tí eg fór ikki at seta trúvirðið uppá spæl - hvørki tað hjá Kringvarpinum ella mítt egna. Kravið varð góðtikið treytaleyst.
Kjarnin í málinum
Nú eru vit so komin til kjarnina í málinum. Eg haldi, at Kringvarpið átti at farið til Brússel - og átti sjálvt at borið kostnaðin. Eingin ivi um tað. Men hvat geri eg, tá Kringvarpið ikki ger tað og ikki fer avstað, hóast journalistiskar orsøkir tala fyri at fara? Røkja vit okkara skyldur betur, tá vit sita heima, enn tá vit taka av tilboðnum um at fáa ferðina goldna, so hyggjarar okkara síggja og hoyra tað, ið fyriferst?
Hevur Jørgen Niclasen keypt sær umrøðu, má eg vera tann, ið havi selt honum hana - við vælsignilsi frá leiðsluni á Tíðindadeildini í Kringvarpinum. Men eg síggi heilt øðrvísi upp á tað. Eg haldi, at Uttanríkisráðið gav Kringvarpinum og mær møguleikan at veita mínum hyggjarum eina tænastu, sum teir annars ikki høvdu fingið.
Eg haldi, at tey, ið finnast at avgerðini um at lata Uttanríkisráðið gjalda ferðina til Brússel, annaðhvørt tað er Dimmalætting, tíðindaredaktiónin í Útvarpinum, felagið Føroysk fjølmiðlafólk, Sjúrður Skaale ella John Johannessen, áttu at viðgjørt spurningin líka tráliga, um tað ber til at hava ein public service stovn sum Kringvarpið við journalistum á eini tíðindadeild, sum noyðast at sleppa endanum, tá søgurnar røkka út um landoddarnar.
Á sama hátt landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, sum finst at avgerðini, men einki sigur um umstøðurnar, sum gera, at tíðindafólk mugu sita heima, tá tey átttu at farið og verið til staðar. Seinasta dømið er ríkisfundurin í Skagen. Eigin føroyskur fjølmiðil var á nógv umrødda tíðindafundinum aftaná, hóast stórmál sum stjórnarskipan Føroya og hvalaveiða høvdu verið til viðgerðar. Tað sigur alt um arbeiðsumstøður okkara í tí fjølmiðlinum, sum landsstýriskvinnan hevur evstu ábyrgdina av.
Kjakið um hvør rindar fyri hvønn og trúvirði í hesum sambandi er minst líka gamalt, sum eg sjálvur eri í journalistikki. Og niðurstøðuni eri eg samdur í: Vit skulu ikki lata onnur gjalda, men fara og sjálvi gjalda, tá journalistiskar orsøkir tala fyri, at vit fara. Men fara vit so, tá orsøk er at fara? Nei, tíverri, og tað er her, kinkur kemur í.
Kringvarpið átti ikki at verið farið til Brússel og latið Uttanríkisráðið goldið, siga Sjúrður Skaale, Helena Dam á Neystabø og John Johannessen. Hetta eru fólk, ið sita soleiðis fyri, at tey kunnu gera mun tá um ræður at skipa soleiðis fyri, at tað ber til at arbeiða sum journalistur her á landi.
Trupulleikin er ikki nýggjur. Tað veit John Johannessen, ið, meðan hann arbeiddi á Degi og Viku, var á vesturstrond Skotlands saman við leiðsluni á SEV og hugdi at alduorkuverkum. SEV rindaði ferðina - eisini fyri John.