Tí bleiv Sølvi ársins spælari

ÍtróttarSosialurin: Tølini tala um føroyskan fótbolt, virðið á Betri-avtaluni og støðumeting av hondbóltinum

Í ÍtróttarSosialinum, sum kemur á gøturnar í dag saman við Sosialinum, ber til síggja greining av tølum um landskappingina hjá monnum í ár. Her sæst millum annað hví tað er uppiborið at Sølvi Vatnhamar bleiv ársins spælari.

 

Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER

 

Les eisini um, at HB royndi seg við flestum dribblingum, KÍ vann flestar luftdystir, Skála vann flestar taklingar og at NSÍ hevði bóltin mest.

 

Í blaðnum í dag er eisini ein greinin av stuðulsavtaluni, sum Betri og Fótbóltsambandið hava gjørt. Samanlagt er talan um eina stuðulsavtalu, sum hevur eitt virðið á fimm milliónir krónur fyri føroyskan fótbólt.

 

Tað er vetrarsteðgur í føroysku hondbóltskappingini. Les um seinasta umfarið fyri vetrarsteðgin og greining av fyrru hálvu. Fýra lið hava beina kós móti FM finalunum.

 

Les eisini um broytta kappingarleistin í føroyskum ungdómsfótbólti, har størsta broytingin er nýggju U21 deild hjá dreingjum, umframt stuttsøgd ítróttartíðindi.