Við á landsliðsferðini eru tveir vøddamýkjarar, men sum skilst, so hava hvørki Øssur Steinhólm ell a Álvur Hansen havt tað heilt stóra at takast við. Sjálvir hildu teir undir venjingunum, at tað var langt síðani, at tað hevði verið somikið friðarligt fyri teirra viðkomandi, men at hetta kortini var ein tendensur, sum tóktist ganga rætta vegin. Ikki minst tykist tað í dag vera so, at er ein spælari hálvgum skaddur, so verður avboð givið til landsliðið, heldur enn at satsa uppá, at »nokk gongur«. Og hóast heimliga kappingin í ár er longd við eini helvt, so tykist hetta heldur ikki at hava gjørt nakað í so máta. Heldur tværtur ímóti, tóktust teir at halda