Út av lagi í Argja skúla

Foreldur at børnum í Argja skúla halda, at umstøðurnar á skúlanum eru so vánaligar, at okkurt má gerast. Foreldrini krevja eina heildarætlan

ARGJA SKÙLI

Vanliga eru tað næmingarnir, sum skulu lata síni verk inn til evsta myndugleikan, læraran. Men hósmorgunin máttu foreldrini manna seg upp og fara á gátt hjá Jan Christiansen, borgarstjóra.
Ein bólkur av foreldrum, eini átta í tali, høvdu nøkur pappír við sær til borgarstjóran. Fyrst eitt bræv, har greitt var frá teirra ónøgd við verandi umstøður hjá børnum teirra í Argja skúla, og 221 undirskriftum.
Á longu lista, har foreldrini hava uppremsað, hvørji viðurskifti mugu betrast, stendur fyrst av øllum, at Brunaumsjón Landsins eftir at hava sýnt skúlan er komin til ta niðurstøðu, at bygningarnir ikki eru í forsvarligum standi, bæði viðvíkjandi fólkatrygd og bygningunum sjálvum.
Og hetta lovaði Jan Christian eisini, at farið varð undir at betra fyrst av øllum.
?Arbeiðið er farið ígongd, lovaði Jan Christiansen.
Tey átta foreldrini í fundarhølunum hjá borgarstjóranum vóru púra greið: Viðurskiftini eru alt ov vánalig!
Og kravið hjá foreldrunum er, at ein heildarætlan verður gjørd, soleiðis at sleppast kann undan óhepnum lappaloysnum.
Foreldrini meta, at vánaligu umstøðurnar gera, at hetta gongur útyvir trivnaðin, undirvísing og innlæring hjá børnunum. Ikki bara eru umstøðurnar hjá børnunum vánaligar, men hetta er so sanniliga eisini galdandi fyri lærararnar og skúlaleiðsluni, meta foreldrini.
Tað er væntandi, at nógv størri trýst verður lagt á skúlan í komandi árum við enn fleiri næmingum, og tískil er neyðugt við einari varandi loysn, halda foreldrini.

Vónar
Eftir at Mai Laksáfoss Simonsen hevði handað Jan Christiansen skrivið og undirskriftirnar, so greiddu foreldrini borgarstjóranum frá teirra krøvum, og borgarstjórin segði seg ásanna, at talan er um ein trupulleika, sum arbeitt eigur at vera við.
365 næmingar hava sína dagligu gongd í Argja skúla og so koma lærararnir afturat.
Komandi skúlaár verður næmingatalið nakað tað sama.
Mai Laksáfoss Simonsen og hinu foreldrini høvdu 221 undirskriftir við sær. Sjálv heldur Mai, at hetta er væl umboðað.
?Nøkur foreldur eiga fleiri børn í skúlanum, og summi, sum ikki eru foreldur, men vara av børnunum, hava eisini skrivað undir, sigur Mai Laksafoss Simonsen.
Hon heitti á borgarstjóran um staðiliga at syrgja fyri, at ein heildarætlan fyri Argja skúla skuldi gerast veruleiki.
Jan Christiansen segði, at hann og býráðið vóru greið yvir, at illa stendur til við Argja skúla.
?Argja skúli er illa sperdur, og hann er eisini raðfestur ovast í umfatandi byggiætlanini av skúlunum í kommununi, sigur Jan Christiansen.
Í løtuni verður arbeitt við tveimum loysnum. Eitt er bygningurin hjá Postverki Føroya á Argjum. Hann vil Postverk Føroya fegið selja til Tórshavnar kommunu, og kommunan er sannførd, at her er talan um eina góða og skjóta loysn. Trupulleikin er bert tann, at Postverk Føroya vil hava vinningin av søluni sjálvt, og sum er, so vil vinningurin enda í landskassanum. Tískil verður nú arbeitt við einari ætlan at leiga ein part av bygninginum hjá Postverki Føroya á Argjum, men júst hvør tann endaliga loysnin verður er óvist.
Tórshavnar býráð hevur eisini á býráðsfundi samtykt at seta tólv milliónir av til at útbyggja Argja Skúla.
Talan er um eina verkætlan fyri 12,55 mió. og fer at merkja seks nýggjar skúlastovur umframt onnur høli.Tríggir milliónir eru fyribils settar. Ætlanin hjá Tórshavnar býráð er, at farast skal undir um- og nýbyggingar av skúlunum í kommununi í fíggjarárinum 2004 serliga.
Og Mai Laksáfoss Simonsen sigur seg trúgva tí, sum borgarstjórin førdi fram, og hon vónar inniliga, at álvari verður av ætlanunum, so talan ikki verður bert um prát.

Út av lagi
Men hóast bæði nýggjar stovur og bygningurin hjá Postverkinum koma undir land, so er hetta framvegis ikki nóg gott, heldur Mai Laksáfoss Simonsen. Tað skal meira til.
?Skúlin er á øllum økjum helvtina ov lítil, sigur Mai.
À langa listanum yvir umstøður, sum skulu betrast, verða serstovur eisini nevndar. Hesar eru ov fáar sum er, og tær, sum eru, mugu betrast.
Øv øðrum umstøðum kunnu nevnast, at skúlastjórin ikki hevur egið kontór, har møguleiki er at práta í trúnaði. Lærararnir hava bert eitt ?kopirúm? at arbeiða í.
Skúlin er so illa sperdur, at allir næmingar, sum kundu hugsað sær, ikki kunna ganga í Argja skúla.
Neyðugt er í fleiri førum at lata næmingarnar fara aðrastaðni.