Arbeiðsstaðurin hjá Fríðu er skúlin í Lamba. Hóast talan er um ein gamlan bygdarskúla frá 1922, er hetta ikki ein heilt vanligur skúli kortini.
Skúlin var í síni tíð “universitet” hjá bygdarbørnunum. Hann hevur í dag somu uppgávu, men kortini við øðrum innihaldi.
Her er nevniliga talan um ein skúla fyri næmingar við autismu. Ein teirra er 16 ára gamli Heini Poulsen úr Saltangará.
- Hann er væl fyri, og tá vit - sum í dag - fara út at renna, verður hann uppaftur betri fyri, greiðir Fríða Johannesen frá.
Undirvísingin og gerandisdagur teirra tekur støði í teimum evnum og møguleikum sum hóast alt liggja í tí einstaka næminginum.
- Heina dámar væl at renna, og so elskar hann eisini fótbólt.
Knappur sangur
Hóast talan er um eina stovu til fólk við serligum tørvi, byrjar skúlagongdin her í Lamba sum alla aðrastaðni og í øllum øðrum skúlum - kl. 8:00.
Í góðveðrinum henda mikudagin varð Heini fyrst noyddur at sita inni tann fyrsta tíman. Her skuldi tann fyrsti setningurin í dag fáast frá hondini.
- Eg havi skrivað á teldu, kemur tað stutt frá Heina.
Men hann rakk eisini at gera onnur ting henda fyrsta tíman. Og tá ein kortini skal út at renna saman við Fríðu, hví so ikki fáa eina leksjón í praktiskum tingum?
- Hann lærdi eisini, hvussu ein knappar og lynar.
- Og ja, so fingu vit eisini tíð til at syngja nakrar sangir, greiðir Fríða brosandi frá.
Eftir tørvi
Arbeiðið innan hetta økið í Runavíkar kommunu er skipað sum eitt tvørfakligt samstarv, har námsfrøðingar, lærarar og ergoterapeutur arbeiða saman.
Felags fyri allar næmingarnar í skúlanum í Lamba er, at tey bera brekið autisma.
- Tey er sjálvandi ógvuliga ymisk, og fáa tí undirvísing út frá teirra evnum, - tað vil siga, tað sum tey altso megna, greiðir Fríða Johannesen frá.
Her er talan bæði um praktisk viðurskifti, men eisini tær vanligu lærugreinarnar so sum rokning, landalæru og føroyskt. Og so hava tey eisini matgerð, fimleik, svimjing og sang.
- Ja, sum tú sært, so royna vit at leggja eina vanliga tímatalvu, sum kortini er løgd eftir teirra tørvi.
1:1
Umframt 16 ára gamla, Heina Poulsen ganga tveir aðrir næmingar í skúlanum í Lamba.
Teir hava eina vanliga tímatalvu, men eru eisini í teirri hepnu støðu at normeringin av starvsfólkum er góð.
Í roynd og veru eru teir tríggir næmingar og trý starvsfólk: lærari, námsfrøðingur og ergoterapeuturin, Fríða Johannesen - t.v.s. 1:1.
FAKTA
7 orð
um autismu
Nógv kann sigast um autismu, men her verður brekið lýst við sjey setningum
1. Øðrvísi menning
2. Avmarkað eygnasamband og andlitsbragd
3. Leitar sær sjáldan troyst frá foreldrum
4. Tekur sjáldan stig til spæl ella samband við onnur
5. Vísir sjáldan kenslur (sorg og gleði) mótvegis øðrum
6. Spælir lítið við javnaldrar í samband við áhugamál, virksemi og kenslur
7. Trupulleikar við at hava felags uppmerksomheit mótvegis øðrum