Fyrrapartin legði Norðlýsið frá landi við sjey arbeiðsleysum ungdómum. Hetta er partur av serligum tilboði hjá Arbeiðsloysisskipanini.
Hetta er eitt tilboð sum ALS hevur til arbeiðsleysan ungdóm, sum hevur hug at snodda til sjólívið.
Avtala varð síðani gjørd við Birgir Enni, skipara á Norðlýsinum um at gera slíkar túrar. Hesin fyrsti túrurin endar fríggjadagin.
- Hetta er fyrsta royndin at sigla við ungdómi. Ætlanin er at royna alt millum himmal og hav, sigur Birgir Enni.
Í kvøld skuldi Norðlýsið eftir ætlar leggja til bryggju á Syðradali á Kalsoynni.