Tíðarspilla

Verjin hjá Predrag Prsic helt, at eitt mál sum hetta als ikki hoyrir heima í einum rættarsali

Fótbóltur

 

- Tú kanst gott nevna tað tíðarspilla, tá eitt mál av hesum slag fer ígjøgnum rættarskipanina.

Soleiðis ljóðaði staðfestingin frá verjanum hjá Predrag Prsic, Jógvan Páll Lassen, tá hann eftir rættarfundin týsdagin varð spurdur, um eitt mál av hesum slagnum hevði nakað at gera í einum rættarsali.

- Tú hevur jú hópin av hendingum á einum fótbóltsvølli hvørja einastu viku. Og tá tú mest sum tilvildarliga pilkar eina hending burturúr, tí akkurát hendan hendingin er víst á sjónvarpsskíggjanum, máar hetta støðið undan rættarkensluni.

Men dómurin er avsagdur. Merkir tað, at vit í framtíðini koma at síggja fleiri mál, har spælarar og venjarar kunnu fáa bøtur fyri tað, sum er farið fram á vøllinum?

- Tað kann væl verða. Eg má bara siga, at tað er gott, at vit ikki spæla NFL-íshokey í Føroyum. Tað vildi í øllum førum givið nógv rættarmál! Men tað er kanska gott fyri okum sakførarar, um vit fáa meira at gera, helt hann skemtandi.