Súkkling
Fleiri av okkara heimligu súkklarum hava víst seg at standa seg væl í tíðarsúkkling. Tá Statoil Kring Føroyar kappingin er, eru altíð einir tveir millum fimm teir fremstu. Vit kunnu nevna Rógva Johansen, Gunnar Dahl-Olsen, Boga Kristiansen og Sverra Mohr Edvinsson, sum allir hava verið sterkir í einkultstarti.
Sagt verður, at einkultstartur er tann elsta súkklugreinin og kann sigast at verða primitiv; tú velur ein tein at súkkla, so royna súkklararnir seg ein og ein, tann sum hevur stytstu tíðina um teinin, hevur vunnið. Sannleikans tími, siga danir, tí henda kapping vísir, hvør veruliga er tann sterkasti.
Samstundis sum ítróttargreinin er primitiv, er hon eisini torfør. Súkklarin skal fáa hægstu ferð á súkkluna beinanvegin og halda ferðini í til dømis ein tíma. Bein, hjarta og lungir arbeiða nærum á max., hetta er tað flestu súkklarar hava ilt við at konsentrera seg um, og tískil missa tíð í mun til teir sum elska hetta.
Størsti mótstandarin er ofta veður og vindur, tí eru súkklur, hjól, róður, hjálmar og klæði øðrvísi og meira high tech, enn tá súkklað verður vanliga kapp. Her síggja vit plátuhjól, dropahjálmar, tættsitandi klæðir osv.
Á Sundalagsstevnuni verður kapping fyri unglingar, vaksin og motiónistar. Byrjan og mál eru á landsvegnum útfyri kirkjuna í Kollafirði. Súkklast skal eftir landsvegnum norð til Ljósáir, har vent verður, síðan verður súkkla aftur til Kollafjarðar á mál. Teinurin er umleið 40 km.
Av trygdaráðum er eingin súkklukapping fyri børn.
Tað er Tórshavnar Súkklufelag, sum saman við Sundalagsstevnuni skipa fyri kappingini. Kappingin er sunnudagin 11. juni kl. 15.00. Tilmelding er á staðnum.