Tíðarrit: Fólk lekt fyri hiv-virus

Tíðarritið Nature skrivar, at fólk eru lekt fyri hiv-virus, men tað eru serfrøðingar, sum ivast í, um hetta er rætt.

 

12 ár eftir, at fyrsti hiv-positivi persónurin er vorðin lektur fyri sjúkuna, verður sagt, at granskarar hava lekt enn ein hiv-sjúkling. Í 18 mánaðir hevur maðurin, sum talan nú er um, verið uttan hiv-smittu og uttan heilivág.

 

Tað skrivar tíðarritið, Nature, og tað er í hesum førinum NRK, sum endurgevur kelduna.

 

Yvirlæknin og serfrøðingurin í ígerðarsjúkum, Marius Trøseid, sigur við NRK, at læknavísundin 1990-unum næstan hevði uppgivið at finna heilivág móti hiv. Hann sigur, at fram til 1990’ini var hiv ein deyðilig sjúka, men nú kunnu fólk liva eitt gott lív við tálmandi heilivági.

 

- Haraftrat vil tíðarritið Nature vera við, at tvey fólk er vorðin lekt á sama hátt. Hetta gevur orsøk til optimismu. Tann eini sjúklingurin, sum tíðarritið umrøður, fekk staðfest hiv í 2003 og byrjaði í 2012 at taka heilivág fyri at hava virusið undir eftirliti. Fýra ár seinni fekk hann vevnaðarflutning av mergi fyri eina krabbasjúku.

 

Tað vísti seg nevniliga, skrivar Nature, at mergurin kom frá donori, ið hevði íleguúrbreðgi, sum var mótstøðuført móti hiv. Sambært granskarum hevur bert eitt prosent av fólkinum nevnda íleguúrbreðgi, sum er mótstøðuført móti flestu hiv-virus. Hesar ílegur síggjast hjá fólki, sum hava røtur í Norðurevropa og sum hava arvað hetta úrbreðgi frá báðum foreldrunum.

 

Nature skrivar, at nýggi mergurin broytti immunverjuna hjá nevnda persóni, og granskarar halda, at nýggi mergurin – frá rætta donorinum – var orsøkin til, at maðurin gjørdist frískur og lektur fyri hiv. Hin hiv-positivi gavst sjálvviljað at taka heilivágin fyri at finna út av, um virusið kom aftur.

 

Vanliga noyðast hiv-positiv at taka heilivág hvønn dag alt lívið fyri at halda virusinum niðri. Tá steðgað verður við at taka heilivágin, kemur visusið vanliga aftur eftir tveimum til trimum vikum, men 18 mánaðir eftir, at maðurin gavst at taka heilivágin, er hiv-virusið framvegis ikki komið aftur.

 

Yvirlæknin og serfrøðingurin í ígerðarsjúkum, Marius Trøseid, veit eisini at siga um eitt barn, sum sá út til at vera lekt fyri hiv, men her kom virusið aftur eftir tveimum til trimum árum.

 

- Vit vita, at virusið kann goyma seg nógvastaðni í likaminum, men nú hava vit eitt potentiali at arbeiða við, og tað er týdningarmikið at granska víðari, sigur Marius Trøseid, sum kortini ikki hevur hug at koma við einum boði upp á, hvussu long tíð fer at ganga, til funnið verður fram til eina viðgerð, sum veruliga kann lekja fólk fyri hiv.

 

Marius Trøseid hevur ikki hug at trúgva, at loysnin móti hiv er flutningur av mergi, tí viðgerðin hevur ov mong hjáárin, og vandin fyri at doyggja er ov stórur. Hann trýr heldur, at loysnin verður ílegu-og immunviðgerð – at arbeiðast kann við immunverjuni, soleiðis at hon kann berja niður sjúkuna.

 

Eisini í felagsskapinum HivNorge eru tey varin við optimismuni, nú tíðarritið Nature skrivar, at sjúklingar eru vorðnir lektir fyri hiv. - Jú, vit hava hoyrt um, at fólk eru vorðin lekt, men tað at finna ein slíkan donor og so at gjøgnumføra eina so vandafulla viðgerð, er ikki nakað, sum letur seg gera, metir aðalskrivarin í HivNorge, Anne-Karin Kolstad. 

 

Hon heldur, at tað hinvegin kann gerast spennandi, um hesin kunnleiki kann brúkast til okkurt meira. - Fólk, sum liva við hiv í dag, fáa slíkan heilivág, sum ger, at tey ikki kunnu smitta onnur. Hesi kunnu eisini trygt føða børn. Alt hetta kann fáa týdning í framtíðar viðgerð av hiv og aids, sigur aðskrivarin við NRK.

 

ST-felagsskapurin UNAIDS metir, at umleið 37 miljónir fólk í dag liva við hiv, men við rætta heilivágnum er hetta ein sjúka, sum fólk saktans kunnu liva væl við.