Tíðargrein: Tryggir karmar um fiskivinnuna

Nú skulu aftur gerast broytingar í lóggávuni, sum setir karmar um fiskivinnuna. Millum endamálini við broytingunum er eisini hesaferð at seta tryggar karmar um fiskivinnuna og at betra um møguleikarnar hjá nýggjum aktørum at koma inn í vinnuna

Tá Føroya løgting sam­tykk­ir eina lóg um sjó­feingi, er tryggleikin í skipa­nini í stóran mun tengd at, hvussu skipanin er kjøl­fest í samfelagnum. Uttan breiða pol­itiska og samfelagsliga und­ir­tøku eru karmarnir ikki trygg­ir, heldur ikki fyri vinnuna sjálva. Og nú er so ætlanin at taka av núgaldandi lóg um sjó­feingi, sum fekk gildi fyri minni enn tveim­um árum síðani. Fáir nýggir ak­tørar eru komnir inn í vinn­una síðani 2017, tá nú­gald­andi lóg um sjófeingi kom í gildi. Og karmar, sum skulu broytast eft­ir bert tveimum árum, kunnu ikki sig­ast at vera tryggir.

Íblástur frá lógini um kol­vetn­is­virksemi
Føroya løgting kann skapa trygg­­ar karmar fyri vinnuna við at áseta, at loyvini eru galdandi í eitt fast tíðarskeið, sum í mun til íløg­u­tørv og aðrar fortreytir er hósk­andi fyri tað slagið av fisk­i­skapi, sum talan er um. Løgtingið kann søkja sær íblástur føroysku lóg­ini um kolvetnisvirksemi. Hend­an lógin hevur tryggjað at­lit­um, sum lógin um sjófeingi ynsk­ir at røkka: tryggar karmar um vinnuna og atgongd fyri nýggj­ar aktørar.
Sambært kolvetnislógini sam­tykkir løgtingið lóg um út­bjóð­ing til leiting eftir og fram­leiðslu av kolvetnum. Kolvetni eru olja og jarðgass. Tá ger Løg­ting­ið í einari útbjóðingarlóg av, hvørji øki verða boðin út, og hvørj­ar almennar treytir skulu set­ast í loyvum at leita eftir og fram­leiða kolvetni. Síðani kann lands­stýr­ismaðurin við at skipa fyri ú­t­bjóðingarumførum bjóða áhug­a­ðum feløgum at søkja um loyvi at leita eftir olju og gassi. Inn­komnar umsóknir verða við­gjørd­ar, og so kann lands­stýr­is­mað­ur­in í eitt nærri ásett tíð­ar­skeið veita loyvi til leiting eftir og fram­leiðslu av kolvetnum.

##med2##
Sambært kolvetnislógini skulu um­søkjarar hava neyð­ug­an sakkunnleika, royndir, før­leika og fíggjarorku fyri at fáa loyvi. Tá avgjørt verður at veita loyvi, skal landsstýrismaðurin leggja dent á, í hvønn mun tað al­menna fær innlit í og gagn av loyvda virkseminum.
Oljufeløgini gjalda eitt minni gjald fyri at lata umsóknina inn, men gjalda ikki stórar upp­hæddir fyri at fáa sjálvt loyvið. Finna feløgini olju og fara undir fram­leiðslu, skulu tey sum onn­ur vinnurekandi gjalda skatt og onnur gjøld.

Loyvi at leita eftir olju tíðaravmarkað
Loyvi til leiting eftir kolvetnum kunnu sambært § 8, stk. 1, í kol­vetn­is­lógini veitast fyri í mesta lagi 16 ár. Finnur eitt felag olju, hev­ur felagið krav uppá at fáa loyv­ið longt í upp til 30 ár við atliti at framleiðslu. Tá longdin á leiti- og framleiðsluskeiðinum verður ásett, verður atlit tikið til, hvussu langa tíð tørvur er á fyri at leita eftir olju á økinum og fyri at framleiða tey kolvetni, sum eru funnin.
Tá leitingar- og fram­leiðsl­u­tíð­ar­skeiðini eru farin, fellur loyv­ið burtur. Myndugleikarnir kunnu tá bjóða øðrum feløgum at leita eftir olju á somu økjum. Um eitt felag hevur fingið loyvi at fram­leiða olju á einum ávísum øki og ikki er liðugt at framleiða olju­na, tá loyvisskeiðið er farið, fell­ur loyvið hóast tað burtur.

Oljufeløg gjørt milliarda­íløgur í Føroyum
At tíðarskeiðið, sum eitt loyvi er gald­andi, er avmarkað, vita bæði myndugleikar og oljufeløg av frá tí, at søkt verður um loyvi. Hetta hevur ikki avmarkað áhugan hjá olju­feløgum at bjóða seg fram. Al­tjóða oljufeløg hava tilsamans brúkt milliardaupphæddir uppá at leita eftir olju á føroyskum øki.
Hesar upphæddir til leiting hava oljufeløgini brúkt, hóast tey eru fult vitandi um, at finna tey olju, eiga tey ikki loyvi hvørki var­andi, rullandi ella treytað av, at løgtingið einaferð um árið sam­tykkir at leingja loyvið. Fyri­treytirnar um eitt avmarkað loyv­is­skeið eru frá byrjan greiðar fyri bæði myndugleikar og olj­u­feløg.
Hesi tíðaravmarkaðu loyvi hava ikki hildið oljufeløgum frá at gera íløgur fyri milliardir á før­oysk­um øki. Ein skipan við tíð­ar­av­markaðum ­loyvum kann skapa eina javnvág millum á­huga­málini hjá vinnuni øðr­u­megin og samfelagnum hinu­megin.
Við eini slíkari skipan vita mynd­ugl­eikarnir eisini, at tá tíð­ar­skeiðið er farið, kann støða aft­ur takast til, um økið skal bjóð­ast út og til hvørjar treytir. Onn­ur áhugað vita eisini, at tað verð­ur ein møguleiki at bjóða seg fram í kapping við aðrar ak­tørar, tá eitt ávíst loyvi gongur út.
Á kolvetnisøkinum hevur hend­an skipanin skapt frið um hetta umsitingarøki, hóast upp­hædd­ir­nar, sum hava verið brúkt­ar til leiting eftir olju hava ver­ið ov­urstórar. Líknandi skip­an­ir verða brúktar í øðrum lond­um.

Kunnu tíðaravmarkað loyvi skapa frið?
Tað kann hugsast, at ein skipan sum tann á kolvetnisøkinum inn­an fiskivinnuna kann skapa sama tryggleika fyri vinnuna og sam­fel­agið. Tá loyvini so ganga út, hava myndugleikarnir møg­u­leika at taka støðu til, hvussu fisk­i­loyvi skulu bjóðast út og und­ir hvørjum treytum.
Myndugleikarnir kunnu tá hug­savna seg um aðra reg­u­lering, so sum at seta hóskandi skatt á virksemið, samtykkja vet­er­i­n­e­rlóggávu, lóggávu um trygd og aðrar týdningarmiklar karm­­ar um virksemið.
Tey feløg, sum høvdu loyvini, kunnu søkja av nýggjum, tá loyv­ini ganga út. Hesi feløg fara iva­leyst í nógvum førum um­vegis kunnleika og royndir at hava ein fyrimun at fáa loyvini um­aft­ur í eitt nýtt tíðarskeið. Mynd­ug­leikarnir kunnu tá eisini leggja dent á, hvussu við­kom­andi felag hevur umsitið til­feing­ið í tað tíðarskeið, sum fel­ag­ið hevur havt loyvi.

Nýggir aktørar
Við eini slíkari skipan vita tey, sum virka í fiskivinnuni, at tey hava møguleika at bjóða seg fram, tá loyvisskeiðini fyri ver­andi loyvi ganga út. Um loyvini eru umsetilig, kann loyv­is­hav­ar­in ­selja loyvið, men tá vita bæði seljari og keypari eisini og kunnu leggja upp fyri, at selda loyvið er bert galdandi í eitt ávíst tíð­ar­skeið.
Við einari skipan sum henni í kol­vetn­islógini kunnu nýggj feløg bjóða seg fram at fáa loyvi til fiski­skap. Á tann hátt kunnu tey koma inn í vinnuna uttan framm­an­undan at skula gjalda ovur­stórar upphæddir til teirra, sum frammanundan eru í vinn­uni. Tað var júst hetta, sum hendi í fyrsta føroyska út­bjó­ð­ing­ar­um­far­inum innan olju­leit­ing, tá heili tvey nýggj føroysk feløg, Faroe Petroleum og At­lantic Petroleum, bjóðaðu seg fram og fingu loyvi saman við øðr­um at leita eftir olju. Bæði fel­øg­ini hava síðani verið virkin í før­oysk­ari og altjóða oljuvinnu.
At samtykkja við lóg at fara aftur til eina skipan við rullandi loyv­um skapar neyvan frið og trygg­leika fyri tey feløg, sum fáa loyv­ini. Tað var sera stór ónøgd í stór­um pørtum av samfelagnum við hesa skipan, og hetta var eisini ein orsøk til, at hesi loyvi vórðu uppsøgd í 2007.
Nú er ætlanin, at Løgtingið við lóg skal leingja rullandi loyv­ini eina ferð um árið. Slík skipan hev­ur at síggja til við sær, at tey, sum virka í vinnuni, til einhvørja tíð eru tengd at verandi politiska meir­i­lutanum. Ein slík rullandi loyvis­skipan á 10 ella 12 ár, men longd á hvørjum ári,  broytir neyv­an heldur spurningin um eina rullandi loyvisskipan, tí loyv­ini verða í praksis næstan ó­gjørlig at siga upp, um ynski var um tað. Tað verður ringt at fáa varandi meiriluta yvir 2-3 val­skeið fyri eini uppsøgn.
Verður nýggja lógin samtykt við einum smølum meiriluta, eins og galdandi lóg um sjófeingi varð samtykt stutt undan jólum í 2017, er eingin trygd fyri, at eitt kom­andi løgting ikki samtykkir aðra lóggávu á økinum.
Ein skipan, sum líkist henni á kol­vetnisøkinum við tíð­ar­av­mark­a­ðum loyvum, har bæði mynd­ug­leikar og vinna kenna treyt­ir­nar í eitt avmarkað tíð­ar­skeið, kann vera ein háttur at bøta um hesar óvissur, sum hvørki tæna vinnuni ella sam­fel­ag­num.
Jógvan Elias Winther Poulsen